Vælferðin í vanda, um blokkstuðulin verður tikin burtur

Vælferðin í vanda, um blokkstuðulin verður tikin burtur
Formaðurin í Sambandsflokkinum sær fólkafráflyting fyri sær, um gjørt verður, sum landsbankastjórin vísir á
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, heldur ikki, tað ber til at umraðfesta samfelagið, soleiðis at blokkstuðulin kann takast burtur - hann væntar tað kann enda í fólkafráflyting.
 
25.08.2024 - 16:22

- Tað fer at hava aðrar og álvarsamar avleiðingar við sær, um vit gera øðrvísi raðfestingar fyri at sleppa undan blokkstuðulinum úr Danmark. 

- Hetta fer at ganga út yvir vælferðina, og tí eiga vit ikki at gera, sum Landsbankastjórin leggur upp til.

Tað sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, nú vit í tíðindunum í gjár hoyrdu Landsbankastjóran siga, at um tað bleiv raðfest øðrvísi politiskt, so hevði búskapurin tolað, at blokkstuðulin varð tikin heilt burtur.

Bárður á Steig Nielsen heldur, at um tað bleiv raðfest øðrvísi, hevði livistøðið uttan iva lækkað - og úrslitið hevði verið fólkafráflyting.

Hann vísir á, hvussu nógv ein milliard - sum er tað vit samlað fáa fíggjað úr Danmark - hevur at siga í føroyska búskapinum.

Malan Johansen, landsbankastjóri, vísir á ítøkiligar broytingar, ið høvdu gjørt føroyska búskapin sterkari. M.a. at innrætta heimaflotan øðrvísi, so hann kundi givið tilfeingisrentu.

Men hesar broytingar høvdu gjørt lítlan mun í samlaðu myndini, heldur Bárður á Steig Nielsen. Og hann heldur møguleikarnar at betra um heimaflotan vera smáar.

 

Hoyr samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, her:

INNSLAG_-_Bardur_a_Steig_-_blokkstudul_-_Copy

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847