Paralympisku leikirnir settir

Paralympisku leikirnir settir
Paralympisku leikirnir byrjaðu í gjár við stórfingnari setan í franska høvuðsstaðnum, París. Fyri fyrstu ferð síðan 1981 er einki føroysk ítróttafólk við
Umleið 4400 ítróttafólk skulu kappast á Paralympisku leikunum í París næstu 11 dagarnar
Mynd: Kacper Pempel/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.08.2024 - 12:13

Paralympisku leikirnir byrjaðu við einum braki í gjárkvøldið, tá stórfingin setan var í franska høvuðsstaðnum, París.

Skrúðgonga við teimum meir enn 4000 ítróttafólkunum úr 168 ymsum londum var eftir Champs-Elysees til Place de la Concorde, har hátíðarhaldið var í góðveðrinum.

Umleið 65.000 fólk sóu skrúðgonguna, meta fyrireikararnir, sambært BBC. 

Kappingarnar eru byrjaðar í dag og halda fram í París næstu 11 dagarnar, har 549 gullheiðursmerki eru at kappast um í 22 ítróttagreinum.


Stórfingin skrúðgonga var eftir Champs-Elysees til Place de la Concorde, har hátíðarhaldið var í góðveðrinum. MYND: Dimitar Dilkoff/AFP/Ritzau Scanpix

 

Einki føroyskt ítróttafólk við hesa ferð

Fyri fyrstu ferð síðan Føroyar fingu limaskap í altjóða felagsskapinum ISOD í 1981, er einki føroyskt ítróttafólk við til Paralympisku leikirnar.

Parasport Føroyar hevði leingi vón um, at onkur fór at klára úttøkukrøvini, men tað eydnaðist ikki. Hetta er ein staðfesting av, at krøvini til PL eru sera stór, skrivar Parasport Føroyar.

Tí er sambandið farið undir at fáa yngri ítróttafólk og geva teimum møguleikan at kappast altjóða. Hetta verður gjørt við átakinum, Markleys, "har ung íðkandi við kropsligum breki, saman við javnlíkum, fáa møguleikan at mennast og fáa smakkin fyri ítrótti," skrivar Parasport Føroyar.

 - Við hesum og øðrum miðvísum átøkum vóna vit, at vit um fýra ár, tá Paralympisku leikirnir verða í Los Angeles, aftur síggja Merkið verða borið inn á leikvøllin, skrivar Parasport Føroyar eisini. 

Seinast leikirnir vóru - Í Tokyo í 2021 - var Hávardur Vatnhamar við. Hann kappaðist í maratonrenningini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Týsdag 27. januar
Morgunlestur týsdagur 27.januar 2026
203265
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084