U20-HM: Jónas rennur innleiðandi í kvøld

U20-HM: Jónas rennur innleiðandi í kvøld
Í kvøld fer Jónas G. Isaksen undir HM-kappingina í frælsum ítrótti fyri U20. Kvívíkingurin skal renna innleiðandi umfari á 200 metrum, og sera góð tíð krevst
Jónas Isaksen hevði eitt framúr gott 2023, tá hann vann tvey Oyggjaleikagull og U18-EM á 400 metrum
Mynd: Dánial Olsen  
 
29.08.2024 - 09:32

Jónas G. Isaksen fer í kvøld undir heimsmeistarakappingina í frælsum ítrótti, sum er í peruanska høvuðsstaðnum, Lima. 

Skjóti kvívíkingurin úr Bragdinum skal renna innleiðandi riðil á 200 metrum í eini roynd at koma í hálvfinalurnar.

Undan kappingini liggur føroyingurin, sum umboðar Danmark til HM, nummar 32 av 59 við tíðini 21,14 sekund, sum er hansara besta í ár. Bert 24 rennarar sleppa í hálvfinalurnar, so mest sannlíkt krevst ein betri tíð í kvøld.

Kvívíkingurin rennur í riðli seks á geil sjey, og starskotið ljóðar eftir ætlan klokkan 18:35 í kvøld.

Málið hjá Jónasi G. Isaksen er at renna seg í finaluna, meðan annar av venjarum hansara í Bragdinum, Debes Christiansen, segði við 3-2, at stílað verður eftir eini tíð undir 21 sekund. 

 
240829_JONAS_NET
 
Kringvarpið vitjaði Jónas Gunnleivsson Isaksen og venjaran Debes Christiansen á Tórsbreyt fyri kortum, tá teir løgdu seinastu hond á fyrireikingarnar til U20-HM.

 

Á Oyggjaleikunum á Guernsey í fjør vann kvívíkingurin gull við frálíkum avriki á 200 metrum, og hildið verður, at tann tíðin kanska var undir 21 sekund. Ólukkutíð riggaði tíðtøkutólið ikki, og tí fekk Jónas G. Isaksen onga almenna tíð. Tað, sum talar ímóti føroyinginum, er, at hann hevur havt ein lítlan skaða í lærinum og ikki hevur fingið vant við fullari ferð síðstu vikurnar.

 


Eiri Jógvansson Glerfoss vann Oyggjaleikagull á 100 metrum í Guernsey í fjør. Hann er á danska stafett-liðnum, sum skal renna 4x100 metrar í Lima. MYND: Dánial Olsen

 

Ein annar skjótur føroyingur, Eiri J. Glerfoss, skal eisini renna til U20-HM. Hann er við á stefett-liðnum hjá Danmark, sum skal renna fýra ferðir 100 metrar. Innleiðandi umfarið verður í annaðkvøld.

Kappingarnar verða vístar beinleiðis á https://eurovisionsport.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610