Rætturin viðger mál um grein 266b

Rætturin viðger mál um grein 266b
Ein maður er ákærdur fyri at bróta lógargreinina, tá hann á Facebook kallaði John Johannessen, journalist, fyri kynsvilling
Ákæruvaldið fer at krevja, at maðurin fær sekt. Maðurin noktar seg sekan. (Savnsmynd)
 
02.09.2024 - 08:34

Í morgin fer Føroya rættur at viðgera eitt mál um grein 266b í revsilógini.

Ein maður er ákærdur fyri at bróta hana, tá hann á Facebook kallaði John Johannessen, journalist, fyri kynsvilling.

Politiið tók upp málið. Maðurin er nú er ákærdur fyri at bróta grein 266b í revsilógini.

Ákæruvaldið fer at krevja, at maðurin fær sekt.

Maðurin noktar seg sekan.

 

Játtaði fyrst, men noktaði síðani

Eitt annað mál um grein 266b er í skipanini. Tað skuldi avgreiðast í juni.

Maðurin, sum var ákærdur, játtaði seg fyrst sekan. Men tá rættarfundurin byrjaði, noktaði hann seg sekan.

Føroya rættur hevur ikki ásett nýggj dagseting.

Maðurin er ákærdur, tí hann skrivaði niðrandi um samkynd á Vágaportalinum.

 

Nógv rok um lógargreinina

Nógv rok var í Føroyum, tá løgtingið í 2006 koyrdi kynsligan samleika uppí 266b.

Grein 266 b í revsilógini sigur, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju, setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til tvey ár.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523