Strandingar fingið nýggjan Kamb

Strandingar fingið nýggjan Kamb
Skipið er bygt í 1998, men nærum øll útgerðin umborð er nógv nýggjari
Nýggi Kambur er fyrrverandi Veststeinen. 
Mynd: Føroyska sjómansmissiónin  
 
02.09.2024 - 08:18

Í gjáramorgunin kom nýggi Kambur til Føroya. 

Tað er felagið M&S Strendur á Strondum, sum hevur keypt frystilínuskipið úr Noregi. Mortan Mortensen er skipari og ein av eigarunum, skrivar føroyska Sjómansmissiónin.

Nýggi Kambur er fyrrverandi Veststeinen. 

Skipið er bygt í 1998, men nærum øll útgerðin umborð er nógv nýggjari. Kambur er 47 metrar langur og 10 metrar breiður. Skipið tekur 360 tons. 

Gamli Kambur sakk 6. februar í ár. Skipið var tá statt einar 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi.

16 mans vóru við. 14 teirra vóru bjargaðir, tveir komu ikki afturíaftur.

Danska skaðanevndin kannar framvegis, hví Kambur sakk. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221