27 russisk skip sleppa ikki í danska havn

27 russisk skip sleppa ikki í danska havn
Talan er um fleiri tangaskip í sonevnda skuggaflotanum, sum flyta russiska olju úr havnum í Eystrasalti út gjøgnum danskt sjóøki
Loðsarnir fáa boð um, at skipini í skuggaflotanum kunnu skifta navn, og tí mugu IMO-numrini hjá skipunum kannast. (Savnsmynd: Information)
 
03.09.2024 - 15:42

Danmark hevur givið 27 russiskum skipum forboð fyri at koma í danska havn, ella at liggja fyri akker í donskum sjóøki.

Talan er um fleiri tangaskip í sonevnda skuggaflotanum, sum flyta russiska olju úr havnum í Eystrasalti út gjøgnum danskt sjóøki.

Í innanhýsis vegleiðing til danskar loðsar, sum Danwatch og danska blaðið Information hava sæð, stendur, at tað er bannað at veita russisku skipunum tænastur, íroknað bunkring og proviantering.

Bannið verður sett í gildi, eftir at ES í juni setti í gildi 14. tiltakspakkan móti Russlandi, sum m.a. fevnir um tey 27 russisku skipini.

Loðsarnir fáa boð um, at skipini í skuggaflotanum kunnu skifta navn, og tí mugu IMO-numrini hjá skipunum kannast.

Skipini í skuggaflotanum plaga at steðga við akkersplássið uttan fyri Skagen, har tey proviantera og bunkra, áðrenn tey halda leiðina fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949