Joensen framvegis vanligasta eftirnavnið

Joensen framvegis vanligasta eftirnavnið
Knappliga helvtin av fólkinum, góð 45 prosent, hevur eitt eftirnavn, sum endar við sen. 
Í 1985 høvdu yvir 60 prosent eitt sen eftirnavn, men nú er talið minkað niður 45 prosent
Mynd: Hagstovan  
 
04.09.2024 - 10:11

Joensen er framvegis vanligasta eftirnavnið í Føroyum.

Men nú eru færri, sum hava eftirnavn, sum endar við sen.

Knappliga helvtin av fólkinum, góð 45 prosent, hevur eitt eftirnavn, sum endar við sen. 

Í 1985 høvdu yvir 60 prosent eitt sen eftirnavn.

Næst á listanum við vanligastu eftirnøvnum eru Hansen, Jacobsen og Olsen. 

 

 

Hesi nøvnini hava verið vanligastu eftirnøvn líka síðani 1985, sum er byrjanarárið hjá navnauppgerðini.  

Men hóast nøvnini eru vanligast, eru færri og færri, sum hava hesi eftirnøvn, skrivar Hagstovan.

Eftirnøvnini í sunnaru økjunum víkja frá.

Í Sandoyar økinum er vanligt at eita Hentze, Olsen, Petersen og Winther.

Í Suðuroyar økinum eru eftirnøvnini Joensen, Thomsen, Poulsen og Bech millum tey mest vanligu.

 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083