Asfaltgoymsla luktar í Hósvík

Asfaltgoymsla luktar í Hósvík
Íbúgvar í Hósvík hava stórar trupulleikar av lukti frá asfaltgoymsluni, sum Landsverk hevur har, og tað hevur elvt til fyrispurning á tingi
Kim Durhuus vil hava at vita frá Dennisi Holm, landsstýrismanni, hvussu er við umhvørvisgóðkenningini av goymsluni í Hósvík
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
08.09.2024 - 17:05

Kim Durhuus, tingmaður, vil nú hava at vita frá Dennisi Holm, landsstýrismanni, hvussu er við umhvørvisgóðkenningini av goymsluni, og um hon lýkur øll neyðug lógarkrøv.

Tað er serliga, tá ið skip koma við ymiskum evnum til framleiðsluna av asfalti, at lukturin ferðast um alla bygdina og eisini á kaiøkinum, har eini hálvthundrað fólk hava sítt dagliga yrki.

- Ferðslan er nakrar fáar metrar frá, og Hósvíkar bygd er nakrar hundrað metrar frá goymsluni, sigur tingmaðurin, ið hevur sett landsstýrismanninum ein grein 52a-fyrispurning, ið skal svarast í seinasta lagi fríggjadagin 13. septembur.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Kim Durhuus:

2024-09-08-Kim-Durhuus

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025