Triðingurin fiskaður

Triðingurin fiskaður
Føroysk skip hava nú fiskað ein triðing av makrelinum, sum tey sleppa at fiska í norskum sjógvi
Hóast føroyski makrelurin skal seljast í Noregi, eru keypararnir fyri tað mesta virki í Føroyum.
 
10.09.2024 - 06:32

Føroysk skip hava nú fiskað ein triðing av makrelinum, sum tey sleppa at fiska í norskum sjógvi.

Norges Sildesalgslag sigur í samandráttinum fyri síðstu viku, at føroysku skipini høvdu fiskað 31 prosent av kvotuni í norskum sjógvi.

Tað eru 11.036 tons av 35.491 tonsum.

Avtalan við Noreg um makrel sigur, at allur makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag.

Tað er tó ikki tað sama sum, at makrelurin skal landast í Noregi. 

Tann nógvi makrelurin hjá føroyskum skipunum er seldur virkjum í Føroyum.

Norsk skip hava fiskað 44 prosent av kvotuni hjá teimum, sum er 237.907 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949