Skúlaskipið Dragin siglt á Flesjarnar

Skúlaskipið Dragin siglt á Flesjarnar
Um 11-tíðina fekk MRCC fráboðan um, at Dragin, sum siglir við skúlabørnum, hevur siglt á Flesjarnar. Umborð vóru skúlabørn, sum øll eru sloppin av Draganum
Rescue Eyð, Tor og Arun eru staddir hjá Draganum
Mynd: Privat mynd  
 
23.09.2024 - 12:08

Dragin var túr við skúlabørnum, tá báturin, ið verður brúktur sum skúlaskip, sigldi á Flesjarnar og stóð fastur. 

MRCC fekk fráboðanina um 11-tíðina. 

Øll skúlabørnini, sum vóru við Draganum, vórðu flutt yvir í Rescue Eyð. Bjargingarbátarnir Tor og Arun vóru eisini hjá Draganum. 

"Tað gekk púra ódramatiskt fyri seg," sigur Andreas Gaardlykke, vakleiðari á MRCC. 

Heini Eysturoy, umborð á Rescue Eyð, sigur , at Dragin er rikin á Flesjarnar heldur enn at hann hevur siglt.

"Tey hava ligið og fiskað, og so hevur báturin rikin seg fastan. Báturin hevði tikið har afturin sum skrúvan og róðrið eru, og tey vildu ikki taka nøkur óráð fyri, og bíðaðu eftir at fáa hjálp."

Dragin er nú leysur aftur og sleipaður inn á Toftir. 

 

 
Dragin_siglt_a_Flesjarnar
 
 

Skíggjamynd av heimasíðuni Marine traffic kl. 12:09
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329