SPD vann landspartavalið í Brandenburg

SPD vann landspartavalið í Brandenburg
Bæði sosialdemokratarnir og Alternativ für Deutschland høvdu framgongd á valinum í gjár
Dietmar Woidke er forsætisráðharri í Brandenborg. Flokkur hansara, SPD, gjørdist størstur á landspartavalinum í gjár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.09.2024 - 08:19

Flokkurin hjá týska samveldiskanslaranum Olaf Scholz, sosialdemokratiski SPD, vann í gjár týska landspartavalið í Brandenburg. 

Tað vísa almenn úrslit.

Sambært valúrslitunum frá valmyndugleikanum í gjárkvøldið, fekk SPD 30,9 prosent av atkvøðunum, og Alternativ für Deutschland (stytt AfD) fekk 29,2 prosent og gjørdist næststørsti flokkur.

Báðir flokkar høvdu við framgongd samanborið við seinasta landspartaval í 2019, tá ið SPD fekk 26,2 prosent og Alternativ für Deutschland 23,5 prosent.

 

Hans Christoph-Berndt var høvuðsvalevni hjá AfD. Flokkurin gjørdis nummar tvey við 29,2 prosentum av atkvøðunum. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Javnir undan valinum 

AfD-flokkurin hevði vónir um at vinna sigur, eftir at flokkarnir báðir lógu nærum javnir í meiningarkanningum vikurnar undan valinum.

AfD er kritiskur mótvegis ES, og verður lýstur sum høgrapopulistiskur, nationalkonservativur við sterkum høgraradikalum eindum.

Flokkurin er m.a. ímóti tilflytarum og grøna orkuskiftinum.

Seinastu árini hevur flokkurin staðið seg betur. Á valinum í 2017 gjørdist hann triðstørstur í Týsklandi, og í september gjørdist hann størstur á landspartavalinum í Thüringen og næststørstur í Sachsen.

Týska fregnartænastan BfV hevur síðani 2021 havt eftirlit við flokkinum, sum er undir illgruna fyri at vera høgravíðgongdur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221