Nations League: Jóannes við aftur - bíða eftir Brandi

Nations League: Jóannes við aftur - bíða eftir Brandi
Jóannes Bjartalíð er aftur á føroyska landsliðnum, meðan landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, framvegis hevur eitt pláss tøkt, tí hann bíðar eftir Brandi H. Olsen
Jóannes Bjartalíð úr Fredrikstad var innskiftur um vikuskiftið, og tað er nóg mikið til, at Håkan Ericson hevur sent boð eftir miðvallaranum
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
30.09.2024 - 11:53

Jóannes Bjartalíð er við aftur á fótbóltslandsliðnum, meðan landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, framvegis hevur eitt pláss tøkt, tí hann bíðar eftir Brandi Hendriksson Olsen, sum er byrjaður at venja aftur. Hann verður møguliga tikin út sum 24. spælarin seinni í vikuni. 

Eisini er miðverjin úr KÍ Odmar Færø við aftur eftir drúgvan skaðasteðg. Håkan Ericson sigur, at allir tríggir spælararnir kunnu fáa størri og minni leiklutir í komandi Nations League-dystunum ímóti Armenia og Lettlandi, sum verða á Tórsvølli ávíkavist 10. og 13. oktober.

Hallur Hansson úr KÍ er framvegis ikki tøkur til úttøku.

 

240930_HAKAN_NET

 

 

Føroyski hópurin ímóti Armenia og Lettlandi:

Málverjar:
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)

Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Odmar Færø, KÍ

Miðvallarar:
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (Norra)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Framherjar:
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643