Pávin og Zelenskyj hittast fríggjadagin

Pávin og Zelenskyj hittast fríggjadagin
Pávin og Zelenskyj hittast í Vatikanstatinum fríggjadagin.
 
09.10.2024 - 14:58

Fríggjadagin er ætlanin, at Frans pávi og Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, skulu hittast, boðar Vatikanið frá.

Pávin og ukrainski forsetin skulu hittast í Vatikanstatinum. Einki verður sagt um, hvat teir báðir fara at tosa um.

Sagt verður eisini, at Zelenskyj skal hitta forsætisráðharran í Italia, Giorgia Meloni, í morgin.

Zelenskyj er í løtuni á rundferð í Evropa, har hann roynir at fáa sameindu londini at lata Ukraina fleiri vápn í krígnum móti Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713