Netanyahu: Libanon kann gerast nýggja Gasa

Netanyahu: Libanon kann gerast nýggja Gasa
Málið hjá ísraelska herinum í løtuni er at reka Hizbollah so langt norður í Libanon, at ísraelar, sum búgva har norðuri í Ísrael, kunnu fara heimaftur
Ísraelsku álopini í Libanon halda fram. Hetta eru toftirnar av einum íbúðarhúsum í útjaðaranum av Beirut.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.10.2024 - 08:31

Libanon kann gerast nýggja Gasa, ávarar Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael.

Hann sigur, at verður Hizbollah ikki tikið av ræði, kann tað enda heilt galið.

 - Tit hava møguleikan at bjarga Libanon, áðrenn landið endar í einum drúgvum kríggi, sum hevur oyðilegging og líðing við sær, júst sum vit síggja í Gasa. Tað nýtist ikki at enda soleiðis, sigur Benjamin Netanyahu. 

 

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri. 

 

Hann vil hava fólkið í Libanon at venda Hizbollah bakið, soleiðis verður friður aftur í Libanon.

Nógv fólk í landinum eru vorðin troytt av Hizbollah. Men bólkurin hevur framvegis politiskt og hernaðarligt vald í Libanon.

Ein triðingur av fólkinum í Libanon er sunni-muslimar, ein triðingur er shia-muslimar, og umleið ein triðingur er kristin.

Málið hjá ísraelska herinum í løtuni er at reka Hizbollah so mikið langt norður í Libanon, at ísraelar, sum búgva har norðuri í Ísrael, kunnu fara heimaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306
Mikudag 13. mai
Manscaping - teknmálstulkað
208302
Mikudag 13. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208297