Fiskaútflutningurin minkaði 820 milliónir

Fiskaútflutningurin minkaði 820 milliónir
Meiri er útflutt av laksi, toski og fóðri, men útflutningurin av øðrum fiskasløgum er minkaður
Vit útfluttu fiskavørur fyri 11,9 milliardir krónur í tíðarskeiðnum frá september í 2023 til august 2024. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
16.10.2024 - 08:01

Fiskatflutningurin er minkaður seinasta árið.

Føroyar útfluttu fiskavørur fyri 11,9 milliardir krónur í tíðarskeiðnum frá september í 2023 til august 2024. Tað eru 820 milliónir krónur minni enn sama tíðarskeið frammanundan.

Minkingin er góð átta prosent, skrivar Hagstovan.

Meiri er útflutt av laksi, toski og fóðri, men útflutningurin av øðrum fiskasløgum er minkaður.

Útflutningurin av laksi er vaksin 587,6 milliónir krónur. Virðið er vaksið 11 prosent og nøgdin góð 17 prosent. Og útflutningurin av toski er vaksin við 69 milliónum, sum svarar til stívliga sjey prosent. 

Størsta minkingin í prosentum er í lodnu, har útflutningurin er minkaður 84,5 prosent, og í svartkjafti, har minkingin er 43,6 prosent.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659