- Tíðindi, mentan og ítróttur
FSF: Uppsøgnin kostar meira enn eina millión
Dagført.
Tað fer at kosta Fótbóltssambandinum meira enn eina millión krónur at loysa Håkan Ericson úr starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari.
Tað váttar Christian Andreasen, forseti í FSF.
Lønin hjá føroyska landsliðsvenjaranum er ikki almenn, og av tí at føroyska fótbóltssamgongan er ikki fevnd av almennum innliti, ber ikki við vissu til at fáa at vita, hvussu nógv landsliðsvenjarin fær í løn. Men forsetin í Fótbóltssambandinum váttar, at lønin er "skeivu megin" hálva aðru millión krónur, sum hann tekur til.
Skal hava løn í uppsagnartíðini
Håkan Ericson tók við sum venjari 1. januar 2020, tá hann gjørdi ein fýra ára sáttmála við FSF. Hesin sáttmálin var í august í fjør longdur við tveimum árum, til endan av 2025, men tá samstarvið nú er slitið gott og væl eitt ár fyri tíð, so kostar tað fótbóltssambandinum pengar.
Tað váttaði Christian Andreasen, fótbóltsforseti, eisini í tíðindasendingini á nátturða í gjár. Men tá vit í dag spyrja hann, hvussu nógv FSF skal gjalda fyri at sleppa úr sáttmálanum, sigur hann, at útgangsstøðið er, at partarnir hava ein sáttmála sum varar alt 2025.
Sambært sáttmálanum hava partarnir tó eina uppsagnarfreist, og útgangsstøðið er, at landsliðsvenjarin skal hava løn í uppsagnartíðini.
Christian Andreasen er formaður í FSF. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Oman fyri milliónina
Christian Andreasen vil ikki seta nakra endaliga upphædd á, men sigur, at uppsagnarlønin til landsliðsvenjaran liggur oman fyri eina millión krónur.
Tað ber tó ikki til at siga, hvussu stór endaliga meirútreiðslan verður. Tað veldst um, nær nýggjur venjari verður settur. Endaliga meirútreiðslan fyri FSF verður í prinsippium tann “meirløn”, sum FSF skal rinda í 2025 í sambandi við setan av nýggjum venjara.
- Fíggjarliga er støðan tó tann, at FSF “sparir” nakrar hundrað túsund krónur, tí landsliðsvenjarin fær ikki løn frá FSF alt 2025, men samlaða roknistykkið verður helst, at meirútreiðslan fyri FSF fer at liggja omanfyri eina millión krónur, sigur Christian Andreasen.