Vunnu dystin um triðja plássið

Vunnu dystin um triðja plássið
Ásla Johannesen og Heidi Sevdal syrgdu fyri málunum ímóti Litava, tá fótbóltslandsliðið tryggjaði sær 3. plássið í Baltic Cup
Heidi Sevdal (tv.) og Ásla Johannesen skutu málini í bronsudustinum ímóti Litava
Mynd: Brynhild Absalonsen  
 
27.10.2024 - 15:22

Ásla Johannesen og Heidi Sevdal skutu málini, tá Føroyar vunnu 2-1 á Litava og tryggjaðu sær 3. plássið í Baltic Cup.

Ásla Johannesen legði Føroyar framum, tá 18 minuttir vóru spældir. Stutt eftir javnaði Litava, men beint fyri steðgin skeyt Heidi Sevdal sigursmálið fyri føroyingarnar. 

Hetta var 28 landsliðsmálið hjá veteraninum úr NSÍ í tí, sum helst verður hennara seinasti dystur í hvítum. Hon segði við 3-2 fyri kortum, at hon neyvan spælir fótbólt aftur.

Í seinna hálvleiki royndu litavisku kvinnurnar at leggja trýst á, men føroyska verjan og málverjin, Gunnvá Lützen, ið spældi sína fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar, stóðu væl, og sum heild var sigurin ongantíð í vanda.

 

Taptu fyri Lettlandi

Hósdagin spældu Føroyar fyrra dystin í Baltic Cup, og hóast føroyingarnir høvdu leikliga yvirvág, vann Lettland 2-1.

Málið hjá Føroyum skoraði Birita Ryan, tá hon javnaði til 1-1 í 57. minutti. 

Ikki færri enn tríggjar ferðir brast bólturin á træverkið, men tíverri var hepni ikki við Føroyum, og tí spælir Lettland finalu ímóti Estlandi seinnapartin í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162