Heiðursgáva landsins 2024 latin Randi Ward

Heiðursgáva landsins 2024 latin Randi Ward
Randi Ward, týðari, fingið Heiðursgávu landsins fyri 2024 fyri sítt áhaldandi arbeiði og stóra hegni at týða og gera vart við føroyskan skaldskap í útheiminum
Randi Ward, týðari, úr West Virginia fær Heiðursgávu landsins 2024
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2024 - 19:30

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur júst handað amerikonsku Randi Ward Heiðursgávu landsins fyri at hava virkað til frama fyri Føroyar og føroyska mentan. 

Heiðursgáva landsins er 75.000 kr. 

Randi Ward (f. 1982) úr West Virginia í USA er fremsti týðarin av føroyskum samtíðarbókmentum til enskttalandi heimin seinastu tjúgu árini.

Randi Ward er upprunaliga BA í antropologi frá Uhio University. Síðani hevur hon eisini lisið norðurlendskar bókmentir og mál við Odense Universitet og útbúgvin MA frá Fróðskaparsetri Føroya.

Umframt at virka sum týðari, so er Randi Ward eisini høvundur og myndafólk.

 

Savnandi hornasteinur

Randi Ward er kend av bókmentafólkum í Føroyum, sum ein savnandi hornasteinur í føroyskum bókmentum hevur Randi Ward sett føroyskar bókmentir í eygnahædd við samtíðarbókmentir heimsins.

Hon hevur tvær ferðir vunnið American-Scandinavian Foundation’s Nadia Christensen Prize, ið verður givin fyri framúrskarandi týðing av skaldskapi úr einum norðurlendskum máli til enskt. Í 2013 fyri bók hjá Tóroddi Poulsen og í 2021 fyri bók hjá Kim Simonsen. 

Randi Ward hevur týtt verk eftir føroyskar høvundar so sum Guðrið Helmsdal, Steinbjørn B. Jacobsen, Tórodd Poulsen, Marjuna S. Kjelnæs, Sissal Kampmann og Oddfríð M. Rasmussen.

 

Eitt mentanarligt sendifólk

Randi Ward hevur skrivað greinar um føroyskar høvundar til forløg, tíðarrit og antologiir um allan heim, eitt nú í Asymptote, World Literature Today og Poetry From the Edge of Extinction,
útgivin í London um 50 hótt smámál í heiminum í dag. 

Á tann hátt hevur hon virkað sum eitt slag av mentanarligum sendifólki fyri Føroyar og føroyska mentan og bókmentir. 


Mynd: Randi Ward

 

Universitetsbókasavnið á víðagitna Cornell University gjørdi í 2015 eitt serligt savn kallað The Randi Ward Collection ella “Randi Ward savnið”, ið savnar føroyskar týðingar og myndir,
sum Randi Ward hevur tikið, serliga á útoyggj í Føroyum. 

Randi Ward, týðari, fær Heiðursgávu Landsins fyri 2024 fyri sítt áhaldandi arbeiði og stóra hegni at týða og gera vart við føroyskan skaldskap í útheiminum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595