Ovasavnið leitar eftir fígging

Ovasavnið leitar eftir fígging
Stuðulsnevndin kennir tað sum sína ábyrgd at skapa góðar karmar fyri at varðveita bæði søguna um Ova og bátin Dianu Victoriu
 
03.12.2024 - 11:17

Á páskum lata dyrnar á Ovasavninum í Nólsoy upp fyri almeninginum. Tað mesta er gjørt, men fíggjarliga restar kortini nakað í.

Thomas Joensen, sum frá byrjan hevur verið ein eldsál í arbeiðinum at gera savnið til veruleika, sigur, at hildið verður fast um ætlanina at lata upp á páskum.

Nakað av peningi restar kortini í. Fyri at koma á mál hevur stuðulsnevndin gjørt eina heimasíðu har møguleiki er at lata eina upphædd eftir egnum ynski. Leinki er her.

Savnið er bygt fyri at lýsa søguna um Ova Joensen, ið gjørdi tað megnarbragd í 1986, at rógva einsamallur í Dianu Victoriu úr Nólsoy til Keypmannahavnar at kyssa havfrúnna á Langelinie.

1711609

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572