- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðin Pelagic fingið byggiloyvi
Varðin Pelagic fingið byggiloyvi
Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur nú fingið byggiloyvi til nýggja protein- og lýsivirkið á Tvøroyri

Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur nú fingið byggiloyvi.
06.12.2024 - 19:07
Tað varð einmælt samtykt á býráðsfundi í Tvøroyrar Býráð fyri løtu síðani.
Tað skrivar Dimma.fo
Tað eru tvey ár síðani, at Varðin Pelagic søkti um byggiloyvi, men ikki fyrrenn nú er klárt at geva byggiloyvi.
Fleiri fólk á Tvøroyri hava mótmælt og kært ætlanina, og tí hevur málið drigið so nógv út.
Dimma skrivar, at býráðslimir duldu ikki fyri, at teir vóru argir um, at málið hevur drigið so leingi út.
Nú byggiloyvið er útvegað, verður bara bíða eftir, at yvirfriðingarnevndin góðkennir verkætlanina, og verður hendan avgerðin ikki kærd, er væntandi, at tað verður klárt at seta spakan í heilt tíðliga næsta ár, skrivar Dimma.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
RagnarRokk: Kjetil Nordhus um A Dark Poem, Part III: The Messiah Complex
212529
Nýggjastu sendingar í SV

























