Langtíðarhaldføri er ársins orð 2024

Langtíðarhaldføri er ársins orð 2024
At enda stóð kappingin um ársins orð 2024 millum "seinferð", "burðardygd" og "langtíðarhaldføri", og nevndin bleiv samd um, at "langtíðarhaldføri" skal vera ársins orð
 
13.12.2024 - 08:46

Aftur í ár bleiv ársins orð kosið í sendingini Góðan morgun Føroyar. 

10 orð vóru í uppskoti, men tá avtornaði, so stóð kappingin millum trý orð: "seinferð", "burðardygd" og "langtíðarhaldføri". 

  • Burðardygd
  • Bústaðartrot
  • Fosturtøkulóg
  • Langtíðarhaldføri
  • Hondbóltslandslið
  • Miðlatøgn
  • Orkuskifti
  • Seinferð
  • Tunnilsøði
  • Wegovy

Limirnir í dómsnevndini, ið var mannað við Lenu Reinert frá Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formanni í felagnum Føroysk Miðlafólk, og Óluva Klettskarð frá felagnum Føroyamál, peikaðu upprunaliga á hvørt sítt orð. Óluva Klettskarð á "seinferð", Jón Brian Hvidtfeldt á "langtíðarhaldføri" og Lena Reinert á "burðardygd". 

Rættiliga skjótt blivu tey tó samd um, at "langtíðarhaldføri" er kanska tað orðið, ið var mest umboðandi fyri brátt farna árið 2024. 

 

Níggjunda ferðin

Hetta var níggjunda ferðin, at Góðan morgun Føroyar stóð fyri at velja ársins orð. 

2016: hjúnabandslóg
2017: fiskivinnunýskipan
2018: ræstkjøtaburgari
2019: heimafriður
2020: sóttarhald
2021: sammóðir
2022: stuttflutt
2023: vitlíki
2024: langtíðarhaldføri

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. mai
Jambalaja - 100525
191703
Leygardag 10. mai
Upp á tá - 090525
191699
Leygardag 10. mai
Vikan 10. mai 2025
191694
Leygardag 10. mai
Morgunlestur leygardagur 10.mai 2025
191025
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687
Fríggjadag 9. mai
Veðrið
191675
Fríggjadag 9. mai
KAKUMiKS (6:7)
191658
Fríggjadag 9. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191644
Hósdag 8. mai
Hondbóltur: Kosovo - Føroyar
191625