Fólkaskúlin undir spariknívin

Fólkaskúlin undir spariknívin
Heldur enn at raðfesta fólkaskúlan og játta fleiri pengar til øktu uppgávurnar, verður spariknívurin havdur á lofti, sigur formaðurin í Lærarafelagnum
Fólkaskúlin er fyri vanbýti, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.
 
18.12.2024 - 06:54

Heldur enn at raðfesta fólkaskúlan og játta fleiri pengar til øktu uppgávurnar, verður spariknívurin havdur á lofti. 

- Úrslitið verður ein verri skúli, sum ikki megnar at geva næmingunum góðan førning víðari út í lívið.

Tað sigur formaðurin í Lærarafelagnum, sum stúrir fyri gongdini, nú fólkaskúlin aftur skal spara pengar á fíggjarlógini, sum verður endaliga samtykt í dag.

Síðani uppskotið til fíggjarlóg fyri 2025 varð lagt fyri tingið síðst í september, hevur Lærarafelagið áhaldandi víst á eina røð av átøkum og ábøtum, sum eiga at vera gjørdar í føroyska fólkaskúlanum.

Útlendsk børn

Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni eru okkkurt um 225 børn í fólkaskúlaaldri í Føroyum, sum hava annan ríkisborgaraskap enn føroyskan - tey hava tí føroyskt sum annaðmál - og meira enn helvtin av teimum hava sín uppruna, uttanfyri Evropa. Og harafturat hava alsamt fleiri næmingar tørv á serundirvísing av ymsum slag.

Jákup Eli S. Olsen óttast, at við verandi gongd fáa vit ein fólkaskúla, sum ikki klárar at lofta næmingunum.

Hoyr innslag í útavarpstíðindunum

1715074

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945