Jóhan við í danska HM-hópinum

Jóhan við í danska HM-hópinum
Jóhan á Plógv Hansen er við í danska HM-hópinum, sum Nikolaj Jacobsen hevur tikið út. Hópurin telur í løtuni 19 mans, og tí skal ein vrakast, áðrenn endaspælið byrjar
Nikolaj Jacobsen hevur tikið 19 spælarar út til HM-hópin. Tað merkir, at ein skal vrakast áðrenn endaspælið byrjar
Mynd: Johnny Pedersen/Ritzau Scanpix  
 
18.12.2024 - 12:56

Føroyingurin á danska hondbóltslandsliðnum Jóhan á Plógv Hansen er við í HM-hópinum hjá Danmark.

Venjarin, Nikolaj Jacobsen, hevur valt 19 spælarar til hópin, sum skal royna at vinna 4. heimsmeistaraheitið á rað í kappingini, sum verður í Danmark, Norra og Kroatia í januar og februar.

Ein spælari skal kortini sáldast frá afturat, so føroyski vongurin, sum ikki var við, tá Danmark vann OL seinasta summar, hevur ikki tryggjað sær endaligt pláss enn.

Danmark skal spæla uttan stjørnurnar, Mikkel Hansen og Niklas Landin Jacobsen, sum takkaðu fyri seg á landsliðnum eftir OL-gullið í Fraklandi. 


Tíðindafundurin, har hópurin varð kunngjørdur, var í klædnasavninum í Herning. Danmark skal spæla sínar fyrstu dystir í jútska býnum. MYND: Johnny Pedersen/Ritzau Scanpix

 

Danski hópurin:

 

Málverjar
Emil Nielsen, FC Barcelona
Kevin Møller, SG Flensburg-Handewitt

Vengur
Magnus Landin, THW Kiel
Emil Jakobsen, SG Flensburg-Handewitt
Niclas Kirkeløkke, SG Flensburg-Handewitt
Johan á Plógv Hansen Hansen, SG Flensburg-Handewitt

Strikuspælarar
Magnus Saugstrup, SC Magdeburg
Lukas Jørgensen, SG Flensburg-Handewitt
Emil Bergholt, Skjern Håndbold
Simon Hald, Aalborg Håndbold

Bakspælarar
Rasmus Lauge, Bjerringbro-Silkeborg
Mathias Gidsel, Füchse Berlin
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold
Mads Mensah Larsen, SG Flensburg-Handewitt
Lasse Andersson, Füchse Berlin
Jacob Holm, Paris Saint-Germain
Thomas Arnoldsen, Aalborg Håndbold
Simon Pytlick, SG Flensburg-Handewitt
Emil Madsen, THW Kiel

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744