Iran bíðar við at herða lógina um, hvussu kvinnur skulu vera ílatnar

Iran bíðar við at herða lógina um, hvussu kvinnur skulu vera ílatnar
Lógarbroytingin ásetur, at kvinnur, sum ikki krógva hárið og hálsin við einum plaggi, kunnu missa almennan stuðul og fáa stóra bót
 
24.12.2024 - 14:17

Í Iran hevur tjóðartingið útsett gildiskomuna av eini lóg, sum herðir kravið um, hvussu kvinnur skulu klæða seg. Tað sigur varaforsetin Shahram Dabiri.

- Stjórnin hevur avgjørt, at politiska leiðslan og ovasta trygdarráðið í landinum skal viðgera lógina umaftur, segði Dabiri við blaðið Ham Mihan.

Samtykta herðingin merkir m.a., at kvinnur, sum ikki krógva hárið og hálsin við einum plaggi, kunnu missa almennan stuðul og fáa stóra bót. Lógin skuldi eftir ætlan koma í gildi nú í desember. 

Masoud Pezeshkian, forseti, sum er mettur sum moderatur, nýtti í síðstu viku sýtingarrætt sín móti lógini. Hann heitt á ovasta trygdarráðið um at taka støðu til málið. Ráðið er ovasti myndugleiki í trygdarspurningum, og Pezeshkian vónar, at ráðið fer at linka krøvini í lógini eitt sindur. 

Greinarar siga, at avgerðin er ein sigur fyri Pezeshkian í innanhýsis stríðnum um vald móti teimum konservativu. Forsetin óttast fyri ófriði í landinum, um lógin verður sett í gildi.

'Kvinna, lív, frælsi'

Síðani islamsku kollveltingina í 1979 hevur verið krav, at kvinnur skulu krógva hárið og hálsin. 

Í størstu býunum í Iran er tó fleiri kvinnur, sum ikki akta boðunum. Og tað tók dik á seg í sambandi við hópmótmælini í Iran á heysti 2022, har herrópið var 'Kvinna, lív, frælsi'.

Mótmælini komu í kjalarvørrinum á, at unga kurdiska kvinnan Masha Amini doyði í varðhaldi hjá løgregluni. Hon var handtikin fyri ikki at hava krógvað hárið nóg væl.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968