20 ár síðan risastóru flóðalduna í Indiska havinum

20 ár síðan risastóru flóðalduna í Indiska havinum
Tað var ræðandi at síggja, hvussu illa risastóra flóðaldan eftir ógvisliga jarðskjálvtan fór við londunum kring Indiska havið
Tað kom púra óvart á fólk, tá risastóra flóðaldan kom sníkjandi og knústi alt sum stóð fyri henni. Tá endaliga varð gjørt upp vóru 267.000 fólk deyð og milliónir vóru heimleys
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.12.2024 - 15:03

Í dag, 2. jóladag, eru 20 ár síðan ógvisliga flóðaldan rakti 14 lond í og við indiska havnið og 227.000 fólk lótu lív.

Talan var um ta størstu einstøku náttúruvanlukkuna í nýggjari tíð, og hon byrjaði við einum jarðskjálvta í havinum uttan fyri indonesisku oynna Sumatra beint fyri klokkan átta 2. jóladag.

Fáar minuttir seini fóru alarmarnir í gongd á Pacific Tsunami Warning Center á Hawaii. Tá mettu serfrøðingar, at talan var um ein stóran jarðskjálvta, sum máldi átta á Richterskalanum. Í fyrsta umfari varð ikki mett at vandi var fyri flóðaldum í sambandi við jarðskjálvtan.

Hetta var tó ikki rætt, tí tað vísti seg at jarðskjálvtin máldi ikki 8 á Richterskalanum, men gott og væl 9, og tað gjørdi hann til ein av teimum ógvisligastu jarðskjálvtunum, sum nakrantíð er máldur.

Sambært serfrøðingum var skjálvtin so ógvisligur, at jørðin "leyp" upp til 25 millimetrar á síni aksu. Hetta skapti flóðalduna, sum breiddi seg frá episentrinum og í allar ættir.

20 minuttir seini rakti flóðaldan norðurstrendurnar av indonesisku oynni Sumatra. Tá hon rakti land var talan um eina risa aldu, sum onkustaðni var millum 24 og 30 metrar høg. 

Og hon gjørdi stóran skaða. Bara í Indonesia doyðu 167.000 fólk av flóðalduni, skrivar DR.dk á síni heimasíðu í dag, 20 ár eftir.

Tveir tímar eftir skjálvtan rakti aldan Tailand og uppaftur ein tíma seinni Sri Lanka og syðra part av India. Nakrar tímar seinni rakti hon eysturstrondina av Afrika, har tað serliga var Somalia, sum varð hart rakt.

Deyðstølini hækkaðu sum dagurin leið. Tað byrjaði við 55.000, so bleiv tað til 70.000 og dagin eftir næstan 83.000. Men tá endaliga varð uppgjørt vóru 227.000 fólk deyð, og umleið 1,7 milliónir fólk vórðu heimleys. 

Nógvir norðbúgvar vóru í jólafrí í økinum, tá flóðaldan rakti, og serliga varð Svøríki hart rakt. Í alt doyðu 543 svenskir ríkisborgarar av flóðalduni.

Mynd: DPA/Ritzau Scanpix


Mynd: Jimin Lai/AFP/Ritzau Scanpix

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531