Brandur Hendriksson Olsen til NSÍ

Brandur Hendriksson Olsen til NSÍ
NSÍ hevur júst sprongt eina ordiliga fótbóltsbumbu. Krumtøppurin á landsliðsmiðvøllinum, Brandur Hendriksson Olsen, skal spæla í gulu blusuni hjá NSÍ næstu trý árini
Brandur Hendriksson Olsen saman við Karsten Joensen, formanni í NSÍ
Mynd: NSÍ  
 
04.01.2025 - 17:05

Brandur Hendriksson Olsen hevur skrivað undir uppá sáttmála við NSÍ, sum er galdandi næstu trý árini. 

Hetta hevur NSÍ júst kunngjørt við stuttum videobroti og uppslagi á Facebook-vanganum hjá felagnum.

Talan er um størstu fótbóltsbumbu í langa tíð, tí fá munnu vera tey, ið høvdu væntað, at Brandur H. Olsen fór at skifta Fredrikstad í Norra út við NSÍ í Runavík.

 

Meldar seg inn í FM-striðið

Sáttmálin við Brand H. Olsen, ið er krumtøppurin á miðvøllinum á føroyska landsliðnum, er ein staðfesting av, at NSÍ, ið endaði nummar fýra í fjør, ætlar sær at spæla við um meistaraheitið í ár. 

Felagið hevur styrkt nógv um hópin, tí umframt Brand H. Olsen, so verður bæði B36-liðskiparin í fjør, Jann Julin Benjaminsen, og Michal Przybylski aftur at síggja í gulum í ár. 

Lítið er at ivast í, at føroysku stórfeløg sum KÍ og HB hava ligið framvið eftir Brandi H. Olsen, ið telist millum bestu føroysku leikararnar gjøgnum tíðina. Tí kann tað undra, at Brandur hevur valt NSÍ. 

Alt í fótbólti er ein spurningur um pengar, men Olsen-familjan í Skálavík hevur eitt serligt tilknýti til NSÍ. Beiggi Brand, Magnus Henriksson Olsen, spældi í nógv ár við NSÍ. 

 

NSÍ fyrsta vaksnamannafelagið

19. desember fylti Brandur H. Olsen 29 ár, og hann hevur higartil ikki spælt í bestu føroysku deildini. Brandur fór sum tannáringur til Danmark og til FCK, har hann fekk sína fótbóltsmenning. 

Harvið verður NSÍ fyrsta felag, ið Brandur H. Olsen umboðar í vaksnamanna fótbólti her á landi. 

Umframt í norska Fredrikstad, so hevur Brandur spælt fótbólt í FCK, Vendsyssel FF og Randers FC í Danmark, FH í Íslandi og Helsingborg IF í Svøríki. 

Brandur H. Olsen var fyrstu ferð á landsliðnum í 2014, og hann hevur higartil spælt 63 landsdystir og skorað seks mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655