Komandi amerikanski forsetin er misnøgdur

Komandi amerikanski forsetin er misnøgdur
Donald Trump er misnøgdur, tí flaggað verður í hálvari stong, tá ið hann tekur við sum forseti 20. januar
 
04.01.2025 - 10:28

Á stórum hátíðarhaldi í Washington 20. januar tekur Donald Trump við sum forseti.  Tá ið tað hendir, verður framvegis flaggað í hálvari stong fyri at heiðra Jimmi Carter, sum var forseti USA frá 1977 til 1981.

Tað er siður í USA at flagga í hálvari stong í 30 dagar eftir at ein fyrrverandi forseti er deyður. Joe Biden hevur givið boð um, at hetta eisini skal gerast, nú Jimmi Carter er farin í annað ljós.

- Demokratarnir njóta, at okkara stórbæra amerikanska flagg er í hálvari stong, tá ið eg verið tilnevndur, skrivar Donald Trump á sínum miðli Truth Sosial.

Hann sigur, at demokratarnir halda tað vera í lagi, tá teir elska ikki landið, sum teir búgva í. 

- Teir hugsa bara um seg sjálvan, skrivar Trump.

Hann sigur, at flaggið ongantíð áður hevur verið í hálvari stong, tá ið ein forseti hevur tikið við.

- Eingin vil síggja tað, sigur Trump.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233