Arktiski sendimaðurin fer í annað starv

Arktiski sendimaðurin fer í annað starv
Avtalað er, at grønlendska landsstýrið skal velja næsta arktiska sendifólkið
Tobias Elling Rehfeld hevur verið arktiskur sendiharri í hálvt annað ár.
 
07.01.2025 - 09:14

Arktiski sendimaðurin Tobias Elling Rehfeld fer nú í annað starv.

Rehfeld, sum hevur sitið sum arktiskur sendimaður í hálvt annað ár, verður í staðin stjóri fyri trygd og átøkum í danska verjumálaráðnum.

Hesum boðar hann sjálvur frá á LinkedIn sambært grønlendska kringvarpinum KNR.

Hetta kemur ikki óvart á, nú avtalað er, at grønlendska landsstýrið skal velja næsta arktiska sendifólkið.

Valið av arktiskum sendifólki skal eisini góðkennast av donsku stjórnini og av føroyska landsstýrinum.

Enn er einki komið fram alment um, hvønn grønlendska landsstýrið ætlar sær at velja sum arktiskt sendifólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482