Sølumiðstøð letur skjótt upp í Runavík

Sølumiðstøð letur skjótt upp í Runavík
SMS-samtakið hevur keypt gamla Timburhandilin í Runavík frá Borg, og fer at innrætta bygningin til eina sølumiðstøð við Bónus, Sunset og øðrum handlum
Soleiðis fer gamli Timburhandilin í Runavík at síggja út, tá SMS-samtakið letur nýggja sølumiðstøð upp í bygninginum
 
07.01.2025 - 12:41

SMS-samtakið hevur stórar ætlanir í Runavík, nú fýra handlar skulu vera í bygningunum, har Borg er í dag.

Hjá teimum lokalu í Runavík, so er talan um bygningin, har gamli Timburhandilin helt til í. 

Niels Mortensen, stjóri í SMS, greiðir frá, at umframt at Bónus handilin, sum í løtuni húsast í gamla Deild C, flytur inn í bygningin, so skal Sunset Boulevard eisini vera í bygninginum, umframt tveir aðrir handlar. 

 

Mitt í nýggja miðbýnum

Nýggja sølumiðstøðin í Runavík fer at liggja mitt í økinum, sum Runavíkar kommuna ætlar at leggja ein nýggjan miðbý. 

Nýggi innkomuvegurin við tunli, sum ætlanin er at gera í Runavík, verður eisini tætt við økið, har nýggi Bónus handilin og aðrir handlar hjá SMS vera. 

 

Borg byggir nýggjar bygningar á nýggja havnalagnum hjá Runavíkar kommunu og flyta inn har seinni í ár.

Enn veit Niels Morensen ikki, nær teir fýra handlarnar hjá SMS lata upp í Runavík.

 

Niels_Mortensen_um_Bonus_um_Runavik2

 

Tað er her, at nýggja sølumiðstøðin skal liggja. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286