VAR á veg til Føroya

VAR á veg til Føroya
Tá kappingarárið í fótbólti byrjar í 2026 verður VAR brúkt í Betrideildini hjá monnum og partvís í kappingini um Løgmanssteypið
VAR er brúkt í Føroyum einaferð. Tað var fyri trimum árum síðani.
Mynd: FSF  
 
10.01.2025 - 06:27


Tá kappingarárið í fótbólti byrjar í 2026 verður VAR brúkt í Betrideildini hjá monnum og partvís í kappingini um Løgmanssteypið.

- Vit hava arbeitt við hesum møguleika í eina tíð.

Eftir ætlan fara vit at gera nakrar royndir í ár, og so taka vit VAR av álvara í brúk, tá kappingarárið 2026 byrjar, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya við heimasíðuna hjá sambandinum.

VAR stendur fyri Video Assistant Referee og verður brúkt, tá dómarin ivast í, hvat hann skal døma.

Til dømis er VAR brúkt, tá staðfestast skal við at brúka videoupptøkur, um brotsspark ella rangstøða eru.

Bara í einum dysti

Sum skiltst verður VAR brúkt í einum dysti í hvørjum umfari í Betrideildini hjá monnum í 2026.

Tá kappingin endar, hava øll liðini spælt eins nógvar dystir við VAR.

- Fyri trimum árum síðani gjørdu vit eina roynd á Tórsvølli, har tvey ungdómslið hjá HB spældu.

Føroysku dómararnir, sum dømdu dystin, fingu møguleikan at royna VAR. 

Tað eydnaðist so mikið væl, at vit alt fyri eitt avgjørdu at arbeiða víðari við hesi ætlan, sum nú nærum er komin á mál, sigur Lassin Isaksen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858