Fegnast um amerikanskan áhuga

Fegnast um amerikanskan áhuga
USA hevur stóran áhuga fyri ráevnunum í grønlendsku undirgrundini, og tað fegnast Grønland um.
Grønlendska landsstýriskvinnan fyri ráevni, Naaja Nathanielsen
Mynd: Carsten Faurschou/KNR  
 
25.01.2025 - 12:36

Landsstýriskvinnan fyri ráevni, Naaja Nathanielsen, sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at tey hava havt nógv um at vera, nú stórur áhugi er fyri Grønlandi, og tað fegnast hon um.

Hon vónar samstundis eisini, at fleiri dollarar fylgja við til námsvinnuna. Og tað eru dollarar, sum vinnan hevur stóran tørv á.

Í nýggju amerikonsku umsitingini sita ríkir menn við djúpum lummum – ein teirra er Elon Musk, sum eigur fyritøkurnar Tesla og SpaceEx og sosiala miðilin X, og sum skal vera ráðgevi hjá Donaldi Trump forseta.

Men higartil hevur verið torført at fáa ein dollarar til at streyma inn til at fíggja kanningararbeiði í sambandi við ráevni í grønlendsku undirgrundini.

Fleiri kanningar og uppmátingar eru gjørdar í økjum, sum kunnu brúkast til námsvinnu, men tað hevur ikki eydnast at skapa eina vinnu, har týðandi ráevnunum kunnu fáast upp úr grønlendsku undirgrundini.

Hoyr samrøðu við Naaju Nathanielsen her:

2025-01-25-Naja-Natanaelsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201