Ákæra um tvígiftu tikin aftur

Ákæra um tvígiftu tikin aftur
Nýggj skjøl eru komin fram í málinum, og ákæruvaldið kann ikki føra prógv fyri, at ákærda kvinnan er sek í bigami
Ákæruvaldið hevur slept ákæruni um tvígiftu. (Savnsmynd)
 
29.01.2025 - 18:00

Málið um bigami, tvígiftu, sum í september í fjør var sett á rættarlistan, er tikið aftur eftir at almenn skjøl eru komin fram, sum stuðla uppundir, at konan ikki var gift, tá ið hon varð gift uppaftur.

Ein 39 ára gomul kvinna var ákærd fyri bigami, tvígiftu,  fyri at hava gift seg við einum føroyingi, hóast hon var gift í heimlandi sínum í Asia. 

Hetta var í 2012.

Málið skuldi viðgerast í Føroya Rætti í september, men verjin bað um at fáa tað útsett. 

Tað varð útsett í tríggjar mánaðir.

- Málið er mett av nýggjum, og við nýggju skjølunum kann ákæruvaldið ikki føra prógv fyri, at hon er sek í tvígiftu, sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri. 

Ákæran er tí tikin aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961