Geytavinnarin 2025 er Maria Winther Olsen við filminum "Halt um meg".

Geytavinnarin 2025 er Maria Winther Olsen við filminum "Halt um meg".
Inn komu 15 filmar, og av teimum vórðu 7 vístir í kvøld
Her eru tey tilnevndu til Geytan 2025
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
08.02.2025 - 23:45

 

Metingarstøðið, sum dómsnevndin bygdi á, er, eins og undanfarin ár, søga, tøknilig avrik og hvussu filmisk frásøgusnildi eru brúkt. 

 

 

Vinnarafilmurin í kvøld var ein framúrskarandi leikstjórnaður og eins framúr væl spældur filmur, sum dómsnevndin hevur hesa grundgeving, at peika á, sum Geytavinnari og virðislønarmóttakari í ár.

Vinnarafilmurin er ein nærverandi og vøkur frásøgn, har søgan er í tí sagda eins og tí ósagda. Elegant eydnast filminum at rógva uttanum klichéirnar. Filmurin er so væl leiktur, at dómsnevndarlimirnir eru sannførdir um, at hetta er eitt tað mest sannførðandi sjónleikaraavrik í einum føroyskum filmi í nýggjari tíð. 

Tematisk er søgan kompleks, har tónleikur, sjónleikur og myndir spæla væl saman. 

Hóast kenslurnar í leitanini burturúr einseminum verða óforloystar, er filmurin væl forloystur. 

Heilstoypta søgan er autentisk og lokal, men kortini leys av tíð og stað, sum ger søguna universella. 

Filmurin er sansaligur, við vakrastu intimscenu í filmaðari føroyskari søgu higartil.

Filmurin, søgan og myndamálið halda í hesum væl loysta filmi um óloystar kenslur - tann mest nuanceraða søgan um eitt ”one night stand

 

 

Maria Winther Olsen var ikki sjálv hjástødd í Norðurlandahúsinum í kvøld , so Durita Dahl Andreassen og Rógvi Per Rasmussen tóku ímóti Geytanum hennara vegna.

 

 

Áskoðaravirðislønina vann Julia í Kálvalíð fyri filmin “Faðir mín Faðir”.

 

 

Rúni Friis Kjær bleiv heiraður fyri sítt íkast til føroyska filmsvinnu tey seinastu 20 árini og fyri tað handaði Ole Wick honum "Andøvsfiskin" vegna Filmsfelagið.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815