Tala er silvur: Silvurdrongurin tekur blaðið frá munninum á Bønir

Tala er silvur: Silvurdrongurin tekur blaðið frá munninum á Bønir
"Bønir" eitur nýggja fløgan hjá Silvurdrongi, har hann veruliga tekur orðafellið "talan er silvur" til sín og sigur sína hjartans meining um støðuna í heiminum í dag
Bønir eru evnið í nýggju fløguni hjá Silvurdrongi, tí bønin er tann mest inniligi samskiftisformurin, ið finst, tí hon er einans millum teg og tín guð
 
09.09.2026 - 17:50

Tikið verður ofta til, at tala er silvur, men tøgnin er gull. 

Men Silvurdrongur hevur tagt nóg leingi nú, heldur hann sjálvur. 

Á nýggju fløguni "Bønir" tekur Silvurdrongur av álvara blaðið frá munninum og sigur sína hjartans meining um støðuna í heiminum í dag. 

Fyrstu orðini í fyrsta sanginum eru: 

Alt er blivið verri, vinurin, 
hasi fólkini vilja tær bara ilt.
Hetta borðið, tað skal koppast nú,
tí spælið, tað er spilt. 

Og longu í øðrum sanginum, "Einki stuttligt longur", messar Silvurdrongur orðini: 

"Kanst tú ikki halda tín helvitis kjaft."


Einans 100 eintøk vóru gjørd av fløguni "Bønir" hjá Silvurdrongi, og tey eru øll seld

 

Bønin nýtis ikki vera poetisk, men hon má vera erlig

Bønifesto Silvurdrongsins

 

Gestur í LEITISSTEIN

"Hygg eftir verðini í dag, Uni," staðfestir Trygvi Danielsen, tá hann verður spurdur um bersøgna og harða tónan á "Bønir" í sendingini LEITISSTEIN, har Silvurdrongur er gestur fríggjadagin klokkan 13. 

Í tekstunum á "Bønir" tekur Trygvi Danielsen hornatøk við eitt nú stóra ójavnan í verðini, støðuna í Miðeystri, og hvussu allar tøkniligar menningar vera brúktar av teimum ríkastu til at gerast ríkari. 

"Eg havi ikki lagt meg eftir, at tekstirnir skulu vera væl yrktir ella væl skrivaðir. Teir skulu bara vera erligir," staðfestir Trygvi Danielsen. 


Tey 10 løgini á fløguni eru bønir, sálmar, vøgguvísur, protestsangir og rock’n’roll í einum púra ódestilleraðum formati, har allar kenslur sleppa ótarnaðar framat

 

Fløgan byrjar náðileys og revolutionér, men stigvíst verður hon bleytari og eymari við kærleikskvøðum til gubbabørn, ið eisini varðveita tað einfalda tónalagið.

Bønin kemur gjarna úr illsini men roynir at enda í umsorgan

Bønifesto Silvurdrongsins

 

Anti-monopolistisk og anti-AI filosofi

​Bønir er einans komin út sum fysisk CD fløga og er ikki at finna á netinum yvirhøvur. Og so eru einans 100 eintøk gjørd, og tey eru øll seld. 

Tískil er tað umráðandi at lurta eftir LEITISSTEIN fríggjadagin, tí har verður øll fløgan spæld. 

Hendan tilgongdin er partur av anti-monopolistisku og anti-AI filosofiini við "Bønir", sum berjist ímóti dagsins algoritmisku rákum.

Silvurdrongur hevur heldur ongar sosialar miðlar yvirhøvur og nýtir einans ein krypteraðan teldupostlista at samskifta við tey, sum eru áhugað í at hoyra um virksemið hjá listamanninum.

So um tú vilt í samband við Silvurdrong, skalt tú bara senda ein teldupost til silvurdrongur@tuta.com ella skriva seg upp her: https://ffm.to/silvurdrongur


Bønir er grundað á eitt Bønifesto, ið stendur fyrst í fløguhúsanum

 

Bønin hátíðarheldur brek og feilir, tí hon vil nógv heldur liva í einum menniskjaligum heimi við mistøkum enn í einum teldugjørdari lortaverð

Bønifesto Silvurdrongsins

 

Bønifestið

Tey 10 løgini á fløguni eru bønir, sálmar, vøgguvísur, protestsangir og rock’n’roll í einum púra ódestilleraðum formati, har allar kenslur sleppa ótarnaðar framat – bæði sorg, gleði, pína og vreiði.

Trygvi Danielsen vísir á, at bønin er tann mest inniligi samskiftisformurin, ið finst, tí hon er einans millum teg og tín guð.

"Í bønini kanst tú vera patetiskur, erligur og beinrakin, tí tú kanst kortini ikki krógva nakað fyri teimum hægru maktunum. Tað er hetta tónalagið, sum sangirnir endurskapa. "

"Bønir" byggir somuleiðis á eitt Bønifesto við 10 boðum, ið standa sum tað fyrsta í fløguhúsanum

  1. Bønin skal ikki røkka so nógvum sum gjørligt, heldur bara teimum røttu
  2. Bønin nýtis ikki vera poetisk, men hon má vera erlig
  3. Bøni setir orð á tað, sum er trupult at siga
  4. Bønin er ein sjálvsøgd eind men eisini ein partur av einari størri heild
  5. Bønin hátíðarheldur brek og feilir, tí hon vil nógv heldur liva í einum menniskjaligum heimi við mistøkum enn í einum teldugjørdari lortaverð
  6. Bønin kann fáa okkum á knø, men vi boyggja okkum aldrin fyri tyrannum
  7. Bønin kemur gjarna úr illsini men roynir at enda í umsorgan
  8. Bønin er pasifistisk, sjálvt um hon skrappar sær við deyðum metaforum
  9. Bønin brúkar undir ongum umstøðum ritvit, AI ella kunstigan intelligens (fý for den)
  10. Bønin er (vónandi) eitt klemm frá sjálvari kelduni av kærleika (the big one)

 

Kára P og Velvet Underground

"Bønir" er triðja útgávan hjá Silvurdrongi eftir tær báðar "Silvurplátu" (2018) og "nú æt eg eftir ánni" (2024). 

Talan er um eitt stílskifti frá rappi og hipp hopp til meira klassiskan singer/songwriter-tónleik. 

Sjálvur lýsir Trygvi Danielsen stílin sum eina samansjóðing av Kára P. og Velvet Underground, ið eru millum fremstu musikalsku fyrimyndir til Bønir.

Tónleikurin er framleiddur av Oddur Joensen í Oslo Østre Frikirke, har Oddur Joensen hevur studio. Oddur hevur skapa eitt heitt, ópolerað, og organiskt ljóð.

Alt er innspælt frá grundini við hondspældum dugnaskapi – trummur, gittarar, steel-gittari, bassum, ljómborð, klaver og alskyns onnur smærri ljóðføri.

Henda tilgongd er eitt mótsvar til tað teldugjørda og AI-stýrda, sum er uppi í tíðini.

20260907_NET_LEITISSTEIN_SILVURDRONGUR_REYP

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, ella tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hvør: Silvurdrongur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136