Almenn ella privat bergholsgerð

Almenn ella privat bergholsgerð
Enn hevur landsstýrið ikki avgjørt, at bergholið til Tjørnuvíkar skal gerast eftir sama leisti sum bergholið til Dals
Bergholið til Dals kostaði 180 mió. kr.
 
10.09.2026 - 06:45

Enn hevur landsstýrið ikki avgjørt, at bergholið til Tjørnuvíkar skal gerast eftir sama leisti sum bergholið til Dals.

Landsverk og tunnilsliðið hjá tí gjørdu bergholið til Dals.

Hin møguleikin er at bjóða bergholið út til byggifeløg. 

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, spurdi Jacob Vestergaard, landsstýrismann, hvussu nógv berghol kosta.

Landsstýrismaðurin sigur, at privatir veitarar fingu 74 prosent og almennir 26 prosent í sambandi við bergholið til Dals.

Privatir veitarar fingu 96 prosent í sambandi við Famjinsbergholið, 94 prosent í sambandi við Hvalbirbergholið og 98 prosent í sambandi við bergholini norður um Fjall.

Hesi berghol gjørdu byggifeløg.

Talið fyri bergholini norður um Fjall eru fyribils, tí landsverk og byggifelagið eru ikki samd um nakrar útreiðslur, upplýsir landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655