Nógv rúsevni í rættinum

Nógv rúsevni í rættinum
3. mars fer Føroya rættur undir enn eitt stórt rúsevnismál
Rúsevnini komu til Føroya úr Danmark við seglbáti.
 
11.02.2025 - 06:51


3. mars fer Føroya rættur undir enn eitt stórt rúsevnismál.

Seks fólk eru ákærd fyri at smugla 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini til Føroya.

Ætlanin var, sambært ákæruritinum, at lata øðrum rúsevnini ella fáa nógvar pengar fyri tey.

Trý teirra, tveir menn og ein kvinna, eru ákærd fyri at koma til Føroya við rúsevnunum í seglbátinum Rocky, sum kom á Havnina úr Horsens um náttina 29. august í fjør.

Ein teirra er eisini ákærdur fyri at lata einum øðrum ákærdum rúsevnini á Bryggjubakka.

Hesin var beint eftir tað tikin við rúsevnunum í bili sínum.

Skipað fyri og fíggjað

Tveir menn eru ákærdir fyri at hava skipað fyri smuglingini og hava fíggjað rúsevnini.

Tey seks fólkini eru hvørt í sínum varðhaldi. Ein er í Mjørkadali og hini fimm í Danmark.

Teir báðir menninir, sum politiið heldur eru bakmenninir, tá rúsevnini vóru smuglað, vóru 22. januar varðhaldsfongslaðir í rættinum í Århus.

Ein maður aftrat er skuldsettur. Men hann var ikki í grundlógaravhoyring. 

Tveir av monnunum eru úr Horsens. 

Triði maðurin hevur ongan fastan bústað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. mai
Morgunlestur leygardagur 10.mai 2025
191025
Fríggjadag 9. mai
Vikuskiftið 9 mei 2025
191679
Fríggjadag 9. mai
Góðan morgun Føroyar
191642
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. mai
Veðrið
191675
Fríggjadag 9. mai
KAKUMiKS (6:7)
191658
Fríggjadag 9. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191644
Hósdag 8. mai
Hondbóltur: Kosovo - Føroyar
191625