Hví hvørva summar barnarøðir úr VIT-appini?

Um KVF›Bloggur
Hví hvørva summar barnarøðir úr VIT-appini?
Avtalur við útlendskar veitarar eru tíðaravmarkaðar, men nýtt barnatilfar er á veg
 
27-02-2025

Kringvarpið fær javnan fyrispurningar frá hyggjarum og lurtarum, sum sakna onkra av okkara væl umtóktu røðum á VIT-appini.

Støðan er tann, at tá Kringvarpið ger avtalu um at keypa røðir frá útlendskum veitarum, so er hon tíðaravmarkað.

Tað merkir, at vit einans hava rætt at sýna sendingarnar í eitt ávíst tíðarskeið.

Av tí at fíggingin til barnatilfar er avmarkað, so kunnu vit ikki endurnýggja allar avtalur. Tað er ein áhaldandi meting, vit mugu gera, hvørjar avtalur skulu endurnýggjast, og hvørjar avtalur skulu gerast um nýggjar sendirøðir fyri at tryggja eina ávísa útskifting.

Vit eru sera hørm um støðuna, men hetta snýr seg um upphavsrætt, sum vit sjálvandi mugu virða.

Eg kann tó kunna um, at nýggjur biograffilmur til børn kemur seinni í ár, og annað gott barnatilfar verður eisini tøkt til tey smáu – eitt nú góða gamla Mumi-røðin, sum hevur frumsýning í sjónvarpinum 13. mars, og tá verður røðin sjálvandi eisini á VIT-appini. 

Barbara Samuelsen, leiðari á Mentan í KVF

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602

Um kvf css