Trump útihýsir fleiri altjóða miðlum

Trump útihýsir fleiri altjóða miðlum
Tíðindastovurnar AP og Reuters eru millum kendu miðlarnar, sum ikki longur hava atgongd til fundir hjá amerikansku stjórnini
Amerikanski forsetin sigur, at frameftir verða tað Hvítu húsini, sum gera av, hvør sleppur inn at lurta.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.02.2025 - 11:21

Fleiri viðurkendir miðlar sluppu ikki inn til stjórnarfundin hjá Donaldi Trump, forseta. 

Hvítu húsini hava sagt, at ikki øll hava atgongd.

Tíðindastovan Reuters er ein av miðlunum, sum ikki slapp við á fundin. 

Ein fotografur hjá AP-tíðindastovuni og tríggir journalistar frá Reuters, HuufPost og týska blaðnum Der Tagesspiegel sluppu heldur ikki inn á fundin.

Eitt sjónvarpslið frá ABC og Newsmax, saman við miðlafólki frá Axios, The Blaze, Bloomberg News og NPR sluppu hinvegin inn.

 

Týdning fyri fólkaræðið

- Tað hevur týdning í einum fólkaræði, at almenningurin hevur atgongd til tíðindi um sína stjórn frá óheftum og frælsum miðlum, skriva Reuters, AP og Bloomberg í felags fráboðan.

Avmarkingarnar komu dagin eftir, at Hvítu húsini høvdu boðað frá, at frameftir verða tað Hvítu húsini, sum gera av, hvør sleppur inn at lurta. Hetta hevur higartil ligið í hondunum á einum pressubólki.

Grundgevingin er, at nýggir miðlar skulu sleppa inn, og í verki ber tað í sær, at smærri miðlar, sum eru meira Trump-vinarligir, eru útvaldir at fáa atgongd.

AP-tíðindastovan slapp heldur ikki við til bústaðin hjá Trump Mar-a-Lago í Florida og í forsetaflogfarið Air Force One. 

Tíðindastovan heldur, at hetta hevnd, afturfyri at miðilin heldur fram við at brúka navnið Meksiko-flógvin, hóast Trump hevur broytt almenna navnið í USA til Amerika-flógvin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136