Tú mást hava gott tol og góða tíð

Tú mást hava gott tol og góða tíð
Í Hondarbeiðsskúlanum, læra tey at brodera og gera føroysk klæði klár til prógvhandan og ólavsøku. Sí video.
 
05.03.2025 - 11:32

Hvønn mánadag savnast eini 20 kvinnur í Hondarbeiðsskúlanum í Klaksvík til undirvísing, hvussu man broderar vestar, fyrri- og turriklæði til tey føroysku klæðini. 

- Vit læra at brodera frá grundini av og hava litlæru. Hvussu man vendir stingunum og hvussu man setur teir røttu litirnar saman, sigur Paulina Eliasen, lærari.

 

Hondarbeidsskulin_brodering_MXF_NET

 

Tað er Paulina M. K. Eliasen, sum er hondarbeiðslærari og sum hevur givið fleiri bøkur út um brodering, sum stendur fyri undirvísingini.

- Eg plagi at spyrja næmingarnar, um tey vilja brodera upp á skjótasta máta, ella penasta máta? Øll siga penasta máta, men tað tekur tol og tíð, sigur Paulina Eliasen.

 

1729656

Lurta eftir innslagið, sum var í Góðan Morgun Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098

Meira um sama evni

Siðsøga