Endaspurtur í grønlendska valstríðnum

Endaspurtur í grønlendska valstríðnum
Seinasti almenni valfundurin í Grønlandi í gjárkvøldið vísti, at flokkarnir eru til reiðar til veljarans dóm týsdagin.
Í gjárvøldið var seinasti almenni valfundurin undan grønlendska landstingsvalinum týsdagin
Mynd: Jón Brian Hvidtfeldt  
 
09.03.2025 - 14:25

Aulan í miðnámsskúlanum í Nuuk var fullsett til seinasta, almenna valfundin fyri valið týsdagin. Her vóru eingi evni ásett frammanundan, tí her skuldi veljarin sleppa til orðanna og at seta politikarunum sínar spurningar.

Frá veljarunum fingu tey spurningar um heilsuverk, fiskivinnu, ferðasamband, dýrkandi prísirnar og sosial viðurskifti í breiðum høpi.

- Hóast nógv skilir okkum, so eru eisini nógv viðurskifti, ið savna okkum, og sum vit kunnu gera nakað við í felag, sigur Aki Mathilde Høegh-Dam, sum hesaferð stillar upp fyri flokkin Naleraq.

Hóast bara 28 ára gomul er Aki Mathilde Høegh-Dam ein royndur politikari. Hon var bara 22 ára gomul, tá hon sum yngsti politikari nakrantíð varð vald í danska fólkatingið fyri Siumut. Nú stillar hon upp til Inatsisartut fyri flokkin Naleraq.

Málsligu avbjóðingina – fundurin var á grønlendskum – loysti grønlendska kringvarpið KNR við danskari simultan-tulking í beinleiðis stroymingini á heimasíðuni.

Her kanst tú hoyra innslag frá veljarafundinum:

2025-03-09-Valfundur-i-Nuuk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345