Gongur illa at fáa arbeiði

Gongur illa at fáa arbeiði
64 fólk úr Ukraina, sum eru arbeiðsfør, fáa uppihaldsveiting frá Almannaverkinum 
Nú eru meira enn trý ár liðin, síðani Russland leyp á Ukraina.
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
10.03.2025 - 08:42

Tað gongur ikki væl hjá ukrainum at fáa arbeiði í Føroyum, heldur Almannaverkið.

64 fólk úr Ukraina, sum eru arbeiðsfør, fáa uppihaldsveiting frá Almannaverkinum. 

Ábendingar eru um, at ukrainar, sum duga enskt ella eitt sindur av føroyskum, hava betri útlit til at fáa arbeiði enn tey, sum ikki duga føroyskt ella enskt.  

Almannaverkið heldur, at ein onnur orsøk til, at arbeiðsgevarar vilja bjóða fast starv men bara tíðaravmarkað starv, er, at ukrainarnir hava fyribils uppihaldsloyvi, sum bara verður longt eitt ár í senn.

Fyribils uppihaldsloyvið forðar eisini fyri, at lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk kann brúkast.  

271 umsóknir eru komnar um uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini.

249 hava fingið uppihaldsloyvi, 142 kvinnur, 34 menn og 73 børn. Nógv tey flestu búgva í Havn.

 

SÍ EISINI: Ukrainar hava trupult við at fáa fast arbeiði í Føroyum

 

Nøkur eru farin

66 fólk, sum hava fingið uppihaldsloyvi, eru farin av stað aftur.

So 183 fólk, sum eru rikin úr Ukraina, eru í Føroyum í løtuni. 

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen landsstýrismaður, í svari til Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu. 

Ein kanning, sum Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði á Setrinum, hevur gjørt fyri Útlendingastovuna, vísir, at flesta ukrainar, sum eru her, eru nøgdir við møttøkuna og tilboðini um vælferðartænastur.

 

SÍ EISINI: Markið fyri ukrainskum flóttafólkum er næstan rokkið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938