Ásla spælir yrkisfótbólt og hevur trý smábørn

Ásla spælir yrkisfótbólt og hevur trý smábørn
KVINNUR Í ÍTRÓTTI: Ásla Johannesen hevur seinastu sjey árini spælt fótbólt uttanlands. Hesa tíðina hava hon og unnustan fingið trý børn og hava skift bústað fleiri ferðir
Fótbóltsspælarin Ásla Johannesen saman við teimum trimum døtrunum, sum hon hevur saman við unnustuni Biritu Joensen
Mynd: Privatmynd  
 
11.03.2025 - 10:00

Í 2018 fór Ásla Johannesen av landinum at spæla fótbólt, og síðani hevur hon spælt við trimum feløgum á hægsta stigi í Norðurlondum. Nú spælir hon við Piteå IF í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Hesa tíðina sum yrkisfótbóltsspælari uttanlands hava Ásla og unnustan, Birita Joensen, fingið trý børn, og eftir at hava búð nøkur ár í Danmark, búgva tær nú har norðuri í Svøríki.
– Tá ið eg flutti til Piteå at spæla, hugsaði eg um at koma í eitt gott fótbóltsumhvørvi, sum var á høgum støði, men tað hevði eisini stóran týdning fyri meg, at tað skuldi vera eitt gott stað fyri familjuna at vera, sigur Ásla Johannesen.
– Tá ið Birita nú hevur valt at liva hetta ævintýrið saman við mær, so leingi sum tað varðar, so valdi eg tað felagið, sum passaði best til mín fótbólt og til okkara familju, og tí fall valið á Piteå, sigur hon.
Í fimta parti av poddvarpsrøðini Kvinnur í ítrótti verður tosað við Áslu Johannesen um hendingaríka lívið sum yrkisfótbóltsspælari uttanlands. Sendingin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424