Hamas: 200 fólk deyð av ísraelskum álopi í Gasa

Hamas: 200 fólk deyð av ísraelskum álopi í Gasa
Ísraelski forsætisráðharrin sigur, at Ísrael bumbar, tí Hamas noktar at lata fangar leysar
Talsfólk fyri heilsumyndugleikarnar í Gasa sigur, at í minsta lagi 200 fólk hava latið lív av ísraelsku bumbingini.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
18.03.2025 - 08:10

Ísraelsk flogfør hava í nátt bumbað mál hjá Hamas í Gasa.

Tað váttar Ísrael sambært Reuters tíðindastovuni.

Ógreitt er, hvussu nógv fólk eru deyð í álopinum. Talsmaðurin fyri heilsumyndugleikarnar í Gasa, Khalil Al-Deqran, sigur, at í minsta lagi 200 fólk eru dripin, sambært Reuters.

Fyrsti partur av vápnahvíldini millum Hamas og Ísrael gekk út fyrst í mars, og semja er enn ikki gjørd um annan part av vápnahvíldini.

 

Ógvisligasta álop síðani vápnahvíldina

Álopið er tað ógvisligasta síðani fyrsti partur av vápnahvíldini byrjaði.

Sambært skrivstovuni hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, bumbar ísrael mál í Gasa, tí Hamas noktar at lata fangar leysar.

BBC skrivar, at tað vóru Benjamin Netanyahu og ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, sum góvu boð um álopið.

Fox News skrivar, at USA bleiv kunnað, áðrenn lopið var á.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542