Varskógvar frágreiðing um varskógvaraskipan

Varskógvar frágreiðing um varskógvaraskipan
Varskógvaraskipanin, sum skuldi vera endurskoðað í seinasta lagi 1. mars 2021, er nu loksins endurskoðað
Varskógvaraskipanin skuldi verið endurskoðað í 2021.
 
18.03.2025 - 06:23

Varskógvaraskipanin, sum skuldi vera endurskoðað í seinasta lagi 1. mars 2021, er nu loksins endurskoðað.

Í øllum førum fer Ruth Vang, landsstýriskvinna, at leggja frágreiðing fyri løgtingið um varskógvaraskipanina í dag.

Aðalorðaskifti um frágreiðingina verður hósdagin.

Varskógvaraskipanin, sum er fyri alment sett starvsfólk, kom 1. mars 2019.

Sambært lógini um hana, skal landsstýrisfólkið eftir tveimum árum leggja fyri løgtingið frágreiðing um lógin virkar eftir ætlan, og um broytingar skulu í henni.

Varskógvaraskipanin skal tryggja greiðar reglur fyri alment sett starvsfólk í sambandi við fráboðanir um óreglusemi og annað í fyrisitingini.

Løgtingið fer í dag millum annað at viðgera landbúnað og broytingar í sjófeingislógini.

Tingfundurin í dag er klokkan eitt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846