FMA 2025: "Romeo" hjá Beini er ársins sangur

FMA 2025: "Romeo" hjá Beini er ársins sangur
Beinir hevur skrivað ársins besta sang. "Romeo" av debutplátuni hjá Beini, "Greener", er kosin ársins sangur á FMA 2025 í Varpinum í Klaksvík
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.03.2025 - 21:03

"Romeo" hjá Beini gjørdist ársins sangur í kapping við "Dugir tú at tosa føroyskt" hjá Lenu Andersen, "Hugsi bert um teg" hjá Eivør, "Tosa við meg" hjá Ókendir og "Sentandi sól" hjá Heiðriki og Guðrið Hansdóttir.

Beinir, ið sjálvur skal framføra á FMA 2025, gav sína vaksnamannadebutplátu, "Greener", út í 2024. 

Hóast plátan sjálv ikki er í uppskoti til ársins plátu, so varð hildið, at størsta hittið hjá Beini higartil, "Romeo", er í uppskoti til ársins sang. 

"Romeo" er ferðmikil við nógvari orku, har Beinir setir orð á ófullkomnan kærleika.

 

“Eg skrivaði 'Romeo', tá gentan, sum eg hevði gott eyga á, var um at koma í klørnar á einum øðrum drongi. Eg minnist væl, at eg kendi meg ófullkomnan og sá hendan flotta og perfekta mannin fyri mær. Í ræðsluni fyri, at hon fór at velja hann fram um meg, skrivaði eg hendan kærleikssangin til hana”, sigur Beinir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595