Tólv skulu svimja fyri Føroyar á Orknoyggjum

bannari
Tólv skulu svimja fyri Føroyar á Orknoyggjum
Svimjisambandið hevur tikið út 12 svimjarar at umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Orknoyggjum í summar
Líggjas Joensen, sum vann heiðurin sum stjørnuskotið 2024 fyri kortum, er ein av 12 í Oyggjaleikahópinum
Mynd: Bárður Lydersen  
 
31.03.2025 - 20:34

Tólv svimjarar eru tiknir út at umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Orknoyggjum í summar.

Millum teirra eru Lea Osberg Højsted og Líggjas Joensen úr Ægir og Bartal E. Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag.

Ættarliðsskifti hevur verið í føroyskari svimjing síðstu árini, eftir at fleiri av stinnastu svimjarunum takkaðu fyri seg, men nýggja ættarliðið sær spennandi út, og nú verða nýggj føroysk met sett javnt og samt.

Í hesum sambandi er vert at leggja til merkis, at Jón Hofgaard, føddur í 1992, er partur av føroyska hópinum, og er suverenur aldursforseti, um hann fer við. Tey 12, sum eru tikin út, hava øll klárað kravtíðirnar.

Oyggjaleikir verða 12. - 18. juli.

 

Føroyski hópurin:

Alisa Vestergård (2003), SuSvim
Bjarta í Lágabø (2009), SuSvim
Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
Jóhanna Ólavsdóttir (2007), Ægir
Jonna Joensen (2005), Ægir
Lea Osberg Højsted (2008), Ægir
Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
Heini Mohr Askham (2006), Ægir
Isak Brisenfeldt (2006), HS
Jón Hofgaard (1992), SuSvim
Líggjas Joensen (2008), Ægir
Silas Dam Lindberg (2008), HS

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392

Meira um sama evni