- Tíðindi, mentan og ítróttur

Badminton
Badminton stóð seg væl á Guernsey fyri tveimum árum síðan, og aftur hesa ferð eru vónirnar góðar. Hópurin er settur saman við sterkum spælarum - yngri og eldri - sum eru væl fyri í løtuni.
Hópurin Magnus Dal-Christiansen Rúni Øster Jónas Djurhuus Asbjørn Olsen Christian Berg Petersen Sanna Thorkildshøj Mia Thorkildshøj Ranja Joensen Miriam í Grótinum Bjarnhild í Buð Justinussen
Frælsur Ítróttur
Frælsur ítróttur fór við nógvum av yvirskriftunum fyri tveimum árum síðan, tá skjótu menninir, Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss vunnu 100, 200 og 400 metur renning. Hesa ferð eru góðar vónir eisini til kvinnurnar og langteinarennararnir hjá monnum.
Hópurin Andreas Bjarnastein Antoft Dánjal Dahl Ljósheim Elisabet Holm Simonsen Jónas Gunnleivsson Isaksen Julian Gregersen Margit Weihe Fríðmundsdóttir Maria Biskopstø Neli Heldarskarð Oddvør Josephsen Rebekka Fuglø Poulsen Rógvi Kárason Rutt Hjelm Gregersen Sunniva Bogadóttir Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar Tórur Mortensen Tummas Petur Sjóvará
Súkkling
Súkkling hevur havt ilt við at vinna oyggjaleikaheiðursmerki síðstu leikirnar. Kappingin frá bretsku oyggjunum er vanliga sera hørð, men føroyingarnir undir leiðslu av fyrrverandi stórsúkklaranum, Torkili Veihe, fara undir uppgávuna við góðum treysti.
Hópurin Helgi Winther Olsen Hilmar Hansen Pauli Poulsen Niklas Hallgren Niclassen Súsannav Skylv
Triathlon
Ein av minniligu oyggjaleikaløtunum síðstu árini var, tá Súsanna Skylv vann gull fyrsta morgunin í Gibraltar í 2019. Hon er ikki við hesa ferð, men Magni Hansen og Bergtór Torsteinsson fara at kappast í svimjing, súkkling og renning.
Hópurin Magni Hansen Bergtór Torsteinsson
|
|
|
Fimleikur
Fimleikur hevur verið ódrúgvur í oyggjaleikahøpið síðstu nógvu árini, men tá ítrótturin hevur verið við, hava Føroyar vanliga staðið seg væl. Vónirnar eru eisini góðar hesa ferð, og føroyski hópurin ætlar sær at vinna nógv heiðursmerki.
Hópurin Anna Sofía Højsted Maite Lív Neves Ellendersen Marin Danielsen Mia Højgaard Oddvør Alberta Kimsdóttir Ronja Johannesen Ari Poulsen Bjarki í Jákupstovu Bjarki Johannesen Bjarti Skylv Hansen Rókur Sumberg Vestergaard Torleivur Christiansen
Svimjing
Ættarliðsskiftið í føroyskari svimjing, sum byrjaði við koronufarsóttini, er avgreitt, og fleiri ungir svimjarar eru á veg fram við fullari ferð. Lea Osberg Højsted, Líggjas Joensen og Isak Brisenfeldt teljast millum tey yngstu og skjótastu, men t.d. Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal E. Eidesgaard eru eisini væl fyri.
Hópurin Alisa Vestergård, SuSvim Bjarta í Lágabø, SuSvim Elisabeth Erlendsdóttir Jóhanna Ólavsdóttir Jonna Joensen Lea Osberg Højsted Bartal E. Eidesgaard Heini Mohr Askham Isak Brisenfeldt Jón Hofgaard Líggjas Joensen Silas Dam Lindberg
Bogaskjóting
Bogaskjóting vinnur vanliga fleiri heiðursmerki á oyggjaleikum, og vónirnar eru ikki verri hesa ferð enn fyrr. Anja Eydnudóttir vann fimm gull á Gotlandi fyri átta árum síðan, og hon er við aftur fyri fyrstu ferð síðan 2017. Spennandi verður at síggja, hvussu hon er fyri.
Hópurin Anja Eydnudóttir Helena Skorastein við Misá Pernille Krogh Tóra Dinna Reynskor Barbara Krossteig Jóannes Poulsen Jógvan Niclasen Bogi Andreasen Nikkel Petersen Hans Petur Højgaard Bárður Magnusson
Golf
Fýra menn og tvær kvinnur manna føroyska golf-hópin, sum skal royna seg á Orknoyggjum. Føroyar hava ikki vunnið heiðursmerki í oyggjaleikahøpi higartil.
Hópurin Hans Pauli Henriksen Líggjas Jógvansson Óskar Eiríksson Emil Jakobsen Finngerð Sólbjørg Clark Mona Ziskason
|
|
|
Fleiri greinar
|
Fimleikur Fríggjadagin vóru finalur í einmansleiki í fimleiki. Føroysku fimleikarnir stóðu seg væl. |
|
Annar ítróttur Súsanna Skylv legði eina gullmedalju afturat teimum báðum silvurunum, tá hon var fremst í býarsúkklingini fríggjadagin |
|
Annar ítróttur Badminton: Við sigrinum ímóti Toke Driefter úr Grønlandi skrivaði Rúni Øster søgu sum fyrsti føroyingur, ið hevur vunnið einmansleikin hjá monnum á oyggjaleikum |
|
Fimleikur Føroysku mennirnir vunnu fleiri heiðursmerki fríggjadagin í finalunum fyri einstaklingar. |
|
Annar ítróttur - Vit hava vant nógv og tað liggja nógvir kilometrar aftanfyri hetta, sigur Julian Gregersen, sum saman við Rógva Kárason og Nela Heldarskarð vann gull í hálvmaraton |
|
Annar ítróttur Hallur Holm er ikki í iva um, at hetta er stórt fyri føroyska renning |
|
Ítróttur Mia Højgaard gjørdi eitt ordans hál við seks sigrum, men eisini hinar á føroyska fimleikaliðnum hava klárað seg væl. |
|
Annar ítróttur Fyri fyrstu ferð síðan 2009 í Álandi og fyri bert aðru ferð í alt hava Føroyar vunnið oyggjaleikirnar. Føroyski íðkararnir vunnu ikki minni enn 41 gullmedaljur |
|
Annar ítróttur Føroyar hava í dag vunnið gull í liðkappingini í hálvmarathon, og samstundis vann Julian Gregersen bronsu. Hetta er fyrstu ferð síðani 1989, at Føroyar fáa gull á langteini |
|
Annar ítróttur Julian Gregersen er væl nøgdur við bronsumedaljuna, sum hann vann í 5000 metra renning hóskvøldið. |
|
Svimjing 22 ára gamli Bartal E. Eidesgaard vann so nógv silvurheiðursmerki á oyggjaleikunum, at hann kom ikki á talið, men hann er nøgdur |
|
Svimjing 16 ára gamli Líggjas Joensen vann í dag sítt triðja gullheiðursmerki á oyggjaleikunum. Hann skal í næstum til HM í Singapor |
|
Svimjing Venjarin hjá føroyska svimjilandsliðnum á oyggjaleikunum, Róland Toftum, er væl nødur við avrikini í Pickey-svimjihøllini í Orkunoyggjunum |
|
Annar ítróttur Kvinnurnar í boðrenning endaðu fremstar og runnu seg í finaluna í 4x100 metrum, sum verður á skránni á síðsta kappingardegnum á oyggjaleikum |
|
Annar ítróttur Finalan í recurve-liðkappingini gjørdist óhugnaliga spennandi. Eftir 4-4 javnleik varð neyðugt við sonevndum shoot-off, har hvør skjútti hevði ein píl og 20 sekund |
|
Ítróttur Við einum lopi á 1.61 metar gjørdist Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar nummar tvey í hæddarlopi hjá kvinnum. |
|
Ítróttur |
|
Fimleikur Mia Højgaard vann gull í all around-kappingini fimleiki, sum hevur verið í Stromness Academy í dag |
|
Annar ítróttur Bæði gull og silvur eru tryggjað, tí tað verða Føroyar ímóti Føroyum, tá finalan í blandaðum tvímansleiki verður í badminton í morgin. |
|
Annar ítróttur Emil Jakobsen bleiv í dag nummar 13 á breytini í Stromness við 70 sløgum, sum er fimm yvir par. Hetta er besta einstaka úrslitið hjá einum føroyingi á oyggjaleikunum |
|
Annar ítróttur Føroyar hava í dag vunnið liðkappingina í bæði compound og recurve. Serliga í recurve var spenningur líka til tað seinasta |
|
Annar ítróttur Anja Eydnudóttir og Zoe Gray eru gamlir kenningar frá oyggjaleikunum í Gotlandi í 2017, og tað var eyðsæð, at kvinnan av Guernsey var glað fyri at enda omaná hesa ferð |
|
Annar ítróttur Hans Petur Højgaard mátti taka til takkar við silvurinum í recurve mikudagin. Hann kom ongantíð ordiliga í gongd í finaluni, sum hann tapti 6-2 |
|
Svimjing Elisabeth Erlendsdóttir og Líggjas Joensen vunnu hvør sítt gullheiðursmerki í dag. Í báðum førum varð talan um sannførandi sigrar í ávikavist 200 metur rygg og 800 metur frí |
|
Annar ítróttur Nikkel Petersen vann compound-finaluna ímóti vinmanninum og liðfelaganum Jóannesi Poulsen í sonnum gýsara, har bert eitt stig var á muni |


































