Luttøkan til Sement setir met í ár

Luttøkan til Sement setir met í ár
27 bólkar og einstaklingar hava boðað frá luttøku til Sement í ár, og tað er mest nakrantíð, staðfestir Hergeir Staksberg, sum fyriskipar Sement fyri Tórsgøtu
Hergeir Staksberg fyriskipar tónleikakappingini Sement fyri Tórsgøtu í Havn
Mynd: Bárður Lydersen  
 
04.04.2025 - 09:00

Fyri 16. ferð verður tónleikakappingin Sement fyriskipað í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn, og fyrsta umfar verður í annaðkvøld, leygarkvøldið, klokkan 20. 

Sement, ið byrjaði sum ein lítil kapping fyri tónleikaspírar í ungdómshúsinum Margarinafabrikkin í Havn, hevur vaksið seg til at vera kanska mest týðandi tónleikatiltak í tónleikaárinum fyri føroyska tónleikapallinum. 

Í øllum føroyum sigur søgan okkum, at tær komandi stjørnurnar á heimliga tónleikapallinum verða klektar á Sement.

Yvirlitið yvir vinnarar og luttakarar hesi árini, ið Sement hevur verið fyriskipað, er á tremur við nøvnum, sum hvørt mansbarn í dag kennir. 


Gówa, sum herfyri varð heiðrað sum ársins spíri á FMA í Varpinum í Klaksvík, vann Sement í fjør (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
 

Les eisini: Sement fostrarar næstu føroysku tónleikastjørnurnar

 

Hergeir Staksberg fyriskipar Sement fyri Tórsgøtu, sum í dag stendur fyri Sement, sigur í samrøðu við kvf.fo, at luttøkan í ár setir met, og at spennið av luttakarum og sjangrum er vítt. 

 

Hvussu er undirtøkan fyri Sement í ár?

»Undirtøkan er metstór. Fyrr var metið 19 luttakarar, men í ár eru vit heilt uppi á 27, og tá hava tríggir bólkar givið avboð, so tað var upprunaliga 30 bólkar og einstaklingar.«

 

Hvat er tað fyri slag av tónleiki, ið verður við í ár?

»Vit síggja eisini eitt ótrúliga vítt spenni. Her eru tilflytarar, solistar, bólkar, roynd, óroynd, noise, singer songwriter, afropop, grunge, gangsta rap, harður rokkur, jazz, indie... ja, tað er fær illa verið meir fjølbroytt.«


RSP fór frá at vera eitt undirgrundsnavn í Havn áðrenn luttøkuna á Sement til at vera eitt navn, ið spælir á størstu pallunum í landinum eftir luttøkuna (Mynd: Bjarnir Árting Rubeksen)
 

Ert tú ovfarin av stóru undirtøkuni?

»Sjálvur væntaði eg, at hetta árið fór at verða eitt problem, tí nú var ættarliðið við Daniu O. Tausen, Marius DC, Ragnari Finssyni, Joe & The Shitboys, Gówa, Marionnu Winter osfr. ikki líka sjónlig meir, men tað var beint øvugt. Nú síggja vit eitt nýtt ættarlið traðka til.«

 

Hvat er endamálið við Sement?

»Sement er bæði ein tónleikakapping og ein showcase. Tónleikakappingin er ein neyðug gularót, fyri at fáa bólkar og einstaklingar at luttaka, meðan tann veruligi vinningurin er, at vit sleppa at hoyra umleið 81 nýggj føroysk løg uppá ein mánað, sum flest øll verða frumspæld á Sement. Við at geva tónleikarum eina deadline, so verða teir noyddir til at fara í holt við at skriva løg. Uttan eina deadline, so høvdu løgini møguliga ikki sæð dagsins ljós.«


Tungmálmsbólkurin Impartial er vorðin eitt kent navn á føroyska tónleikapallinum eftur luttøkuna í Sement 2022, har bólkurin spældi seg í finaluna (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

Hví er tað áhugavert at vera áhoyrari til Sement?

»Nógv byrja eisini sína yrkisleið á Sement, eitt nú fyrrverandi luttakarar og vinnarar sum RSP, Daniu O. Tausen, Marius DC, Benjamin Rajani, Hamferð, Jasmin og onnur. Tí er Sement eitt forkunnigt innlit í framtíðina hjá føroyska tónleikapallinum. At mann so eisini kann sleppa á størstu showcase í Danmark, Spot, er eisini eitt stórt pluss. Og plássið á G! er eisini ein spennandi sýnisgluggi í sær sjálvum.«


Rapparin og hipphopparin Marius DC vann Sement í 2023 (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
 

Finalan verður 26. apríl 

Innleiðandi Sement-umførini vera leygarkvøldini 5., 12. og 19. apríl, meðan sjálv Sement-finalan verður leygarkvøldið 26. apríl.

Sement-vinningarnir hava ofta verið studiotíð í Studio Bloch. Men tíverri er Studio Bloch nú ein saga blot, tí tað snaraði lykilin um í fjør.

Tí eru Sement-vinningarnir í ár pengar og møguleikin at spæla á Spot- og G!-festivalinum:

Nr. 1: 30.000 kr. 
Nr. 2: 20.000 kr.
Nr. 3: 10.000 kr. 

G! festivalurin, sum verður 17. til 19. juli, velir ein bólk at spæla á G! 2025. 

SPOT festivalurin velir ein bólk at luttaka á ársins festivali, sum er í Århus 2. og 3. mai og tann størsti showcase-festivalur í Danmark. Í vinninginum er ferðing og uppihald goldið.

Kringvarp Føroya sendir Sement í sjónvarpinum, og so verður tiltakið eisini stroymt her á heimasíðuni hjá KVF. 

 

Hvat: Sement, 1. umfar
Hvar: Í Reinsarínum, sjónvarpinum og á kvf.fo
Nær: Leygarkvøldið kl. 20
Luttakarar í 1. umfari: AWL, Gjáir, Karla Hansen, Ókendir, Solstice, Doysin, Jarhzé og Novacaine
Dómarar: Elinborg Pálsdóttir, Michael Antony Charles, Kristian Blak, Jenný Kragesteen og Danny Baldursson.
Vertur: Filip Mortensen
Sjónvarpsvertir: Birita Matras Petersen & Rebekka Manuela Behrens
Reportari: Jóhanna Toftegaard Larsen


Rebekka Manuela Behrens og Birita Matras Peersen (Mynd: Bárður Lydersen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357