Heidi Sevdal kúvendi: Skuldi gevast

Heidi Sevdal kúvendi: Skuldi gevast
Hon spælir í dag landsdyst nummar 94, men tað var ikki ætlanin, tá kappingarárið endaði í fjør. So hvat er broytt?
Heidi Sevdal hevur økt um føroysku leiðsluna ímóti Moldova. Tað var hennara 30. landsliðsmál
Mynd: Jóhanna Thomsen / FSF  
 
08.04.2025 - 14:26

Tað var ein fegin og troytt Heidi Sevdal, sum eftir seinasta landskappingardyst í fjør, boðaði frá, at hon ætlaði at gevast.

 - Eg havi sett mær fyri at gevast, sum støðan er í løtuni. Tað er 90 prosent sikkurt, segði Heidi Sevdal í gullrúsinum, eftir at NSÍ hevði vunnið greipuna.

Í dag ger 36 ára gamla Heidi Sevdal seg til reiðar at spæla sín landsdyst nummar 94. Tað er nógv flest hjá kvinnum og ájavnt metinum hjá monnunum, ið Fróði Benjaminsen eigur. Fríggjadagin skoraði hon sítt landsliðsmál nummar 30, tá Føroyar vunnu 2-0 á Moldova. So hví kúvendi áleyparin?

 - Fyri tað fyrsta var tað tí, at NSÍ kom í Champions League. Tað er spennandi, men eg var púra avklárað líka til jólar, tá okkurt kom í meg og segði mær, at eg var ikki klár at gevast allíkavæl. Hetta, sjálvt um eg hevði hvílt so væl í tí áðrenn, sigur Heidi Sevdal og leggur afturat:

 - Landsliðið er altíð spennandi. Eg eri tann týpan, at um eg eri við, so eri eg “all in”. Eg visti eisini, at um eg tók eitt ár afturat, so tók eg landsliðið við. Tað hevði eg eisini boðað frá áðrenn, so landsliðsvenjarin kundi hava tað í mentu, um eg ikki gavst.

Heidi Seval spælir við fullari ferð í ár og nærkast við hvørjum landsdysti nummar hundrað. Hetta er ikki hent í føroyskum landsliðsfótbólti, men áleyparin úr NSÍ er ikki so sinnað at tosa um tað.

 - Nú eri eg her, og tað verður hundrað prosent í ár, so fáa vit at síggja. Fyrr ella seinni má eg takka fyri meg. Eg vil gjarna finna hurðina sjálv, heldur enn at verða skumpað út, sigur Heidi Sevdal.

Føroyska kvinnulandsliðið spælir í dag kl 17 móti Gibraltar í Nations League. Kringvarpið vísur dystin í sjónvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221