Mono: The Smiths umboðar eina spennandi rembingartíð í Bretlandi

Mono: The Smiths umboðar eina spennandi rembingartíð í Bretlandi
Brandur Mortensen Nolsøe og Óli Jákup Müller eru vorðnir hugtiknir av tónleikabólkinum The Smiths, tí teir eru hugtiknir av rembingunum í Bretlandi í sjeyti- og áttatiárunum
Brandur Mortensen Nolsøe og Óli Jákup Müller nørdast í tónleikinum hjá The Smiths í Mono-røð
 
09.04.2025 - 10:25

Seinastu vikurnar hava føroyingar kunnað lagt oyru til eina áhugaverda Mono-sendirøð í útvarpinum um slóðbrótandi enska rokkbólkin The Smiths. 

Menninir, ið standa fyri sendirøðini, sum nú eisini kann hoyrast á KVF Ljóð, eru Óli Jákup Müller og Brandur Mortensen Nolsøe. 

"Tey fáu árini, ið The Smiths var virkin, var ein heilt serlig tíð í Bretlandi bæði politiskt, mentanarliga og sosialt. Kanska áhugin fyri The Smiths kemur frá áhuganum fyri tíðarskeiðinum, ella er tað øvugt?", ásanna teir báðir í samrøðu við kvf.fo.

 

Eitt týðandi indienavn

The Smiths varð stovnaður í Manchester í 1982. Manningin var Steven Patrick Morrissey, sangari, Johnny Marr, gittari, Andy Rourke, bass og Mike Joyce, trummur.

Tað vóru Morrissey og Marr, ið skrivaðu eyðkendu sangirnar hjá bólkinum. 

The Smiths verður roknað sum eitt tað mest týðandi tónleikanavnið, sum spratt burtur úr indie-pallinum í Bretlandi í áttatiárunum. 

New div after blockquote

Áhugin fyri The Smiths er bara vaksin meira og meira, so hvørt sum mann er komin at kenna tónleikin hjá bólkinum betur og betur.

Óli Jákup Müller & Brandur Mortensen Nolsøe

 

Hvar stavar tykkara áhugi fyri The Smiths frá?

"Vit vita ikki heilt, men áhugin byrjaði fyri nógvum árum síðani. Vit báðir hava í stóran mun áhuga fyri tí sama tónleikinum. Vit lurta eftir nógvum av tí sama, og tað er ofta tónleikur, sum hevur okkurt í felag við The Smiths, um tað ikki er akkurát sama sjangra. Áhugin fyri The Smiths er bara vaksin meira og meira, so hvørt sum mann er komin at kenna tónleikin hjá bólkinum betur og betur. Men vit byrjaðu eitt sindur seint at grava okkum ordiliga niður í The Smiths. Eg haldi, at tað var, tá vit lósu á universitetinum."

 

Hví halda tit, at júst The Smiths eru so sermerktir, at tit hava valt at gera ein heila Mono-sendirøð um The Smiths?

"The Smiths eru nakað heilt serligt. Nógvar mýtur og søgur hoyra til bólkin, og serliga Morrissey, sum eksentriskur oddamaður, ger The Smiths til ein stuttligan og áhugaverdan bólk at fáast við og at nørdast í. Tað er bæði í tekstunum og teimum tingunum, ið hann sigur og ger. Tað er ofta soleiðis við popp- og rokktónleikinum, at fjepparar eru meira áhugaðir í teimum áhugaverdu persónligheitunum, sum eru í bólkinum, enn í sjálvum tónleikinum.


Morrissey var sermerkti oddamaðurin í The Smiths, ið ímyndaði bólkin (Mynd: Shutterstock.com)

 

"Nevnast kunnu eisini Bob Dylan og Nico, sum vit eisini eru øgiliga glaðir fyri. Tey eru/vóru mýtomanar. Í sendingunum nevna vit eisini fleiri ferðir sangaran og sangskrivaran Mark E. Smith. Hann hevur eisini ein øðrvísi máta at síggja heimin, eins og Morrissey. Har er nógv at tosa um, tá tað kemur til The Smiths, tí eitt eru tekstirnir og løgini, men eisini estetikkurin, eitt nú plátuhúsarnir, er hugtakandi. Tað eru góðar søgur, og ein verður ongantíð heilt liðugur at viðgera tær."

New div after blockquote

"Tað er ofta soleiðis við popp- og rokktónleikinum, at fjepparar eru meira áhugaðir í teimum áhugaverdu persónligheitunum, sum eru í bólkinum, enn í sjálvum tónleikinum."

Óli Jákup Müller & Brandur Mortensen Nolsøe

 

Nú er talan um ein bólk og tónleik, sum bleiv skaptur í sjeyti- og áttatiárunum, ið er langt áðrenn tit báðir vórðu føddir. Hvussu ber tað til, at tit nørdast í tónleiki frá júst hesum tíðarskeiðnum?

"Tey fáu árini, ið The Smiths var virkin, eru ein heilt serlig tíð í Bretlandi bæði politiskt, mentanarliga og sosialt. Her tosa vit frá miðskeiðis í sjeytiárunum og fram til miðskeiðis í áttatiárunum. Thatcherism og The New Right, privatiseringin, umfatandi streikur og niðurløgan av fakfeløgunum og bretska vælferðarsamfelagnum, sum varð bygdur upp eftir seinna heimsbardaga. Tíðin er nógv merkt av vaksandi ójavna, stórum arbeiðsloysi og uppreistri. Og konfliktin í Norðurírlandi og IRA var eisini í hæddini. Tíðarskeiðið endurspeglast eisini í nógvum av tónleikinum frá hesum árunum."

New div after blockquote

"Thatcherism og The New Right, privatiseringin, umfatandi streikur og niðurløgan av fakfeløgunum og bretska vælferðarsamfelagnum. Tíðin er nógv merkt av vaksandi ójavna, stórum arbeiðsloysi og uppreistri."

Óli Jákup Müller & Brandur Mortensen Nolsøe

 

"Kanska áhugin fyri The Smiths eisini kemur frá áhuganum fyri tíðarskeiðinum ella øvugt? Vit báðir hava lisið ávikavist søgu og sosiologi og hava fingist við nógv av omanfyrinevndu evnunum í okkara lestri. Men samstundis er The Smiths fullkomiliga egin sum tónleikabólkur. Ímeðan tónleikalandslagið í áttatiárunum á aðru síðuni var popput við ljómborðum og elektroniskum trummum, og á hinari síðuni var tað post-punk, goth og so framvegis, so skapti The Smiths sítt lítla egna ting í eitt øgiliga stutt tíðarskeið. Vit siga í sendingini, at The Smiths er indiebólkurin yvir allar indiebólkar. Og so umboða teir eina erligheit og ein autentisitet, og teir úttrykkja, at tað er tónleikur fyri tey vanligu fólkini. Ella, tað er øgiliga lítið "rokkstjørnur" yvir The Smiths."

 

Hví halda tit, at tað er neyðugt at gera eina Mono-sendirøð um The Smiths?

"Tað bjargar lívum. Nei, tvætl. Tað er nokk ikki meira neyðugt enn onkur annar tónleikur, sum aðrir vertir hava fingist við. Men, sum sagt, er øgiliga nógv at tosa um, tá tað snýr seg um The Smiths. Samstundis er tað (fyri tað mesta) útvarpsvinarligur popptónleikur. Fyri okkum er tað bara stuttligt at gera hesa sendingina. Okkurt mugu tómar hendur gera."

New div after blockquote

Tey, sum eru áhugað í tónleiki, um tey ikki eru fjepparar, so kenna tey heilt sikkurt til bólkin. The Smiths eru ein av teimum heilt stóru.

Óli Jákup Müller & Brandur Mortensen Nolsøe

 

Hví halda tit, at tað eru so fáir føroyingar, sum kenna The Smiths?

"Eru vit so fá? Eg giti, at vit eru fleiri Smiths-fjepparar, enn vit halda. Tónleikurin er bara ikki so ofta at hoyra í útvarpinum. Tey, sum eru áhugað í tónleiki, um tey ikki eru fjepparar, so kenna tey heilt sikkurt til bólkin. The Smiths eru ein av teimum heilt stóru. Mann kemur ikki uttan um teir, tá tosað verður um nútímans tónleik. Men um tú hevur rætt í, at tað eru fáir Smiths-fjepparar í Føroyum, so er tað kanska tí, at bólkurin er rættiliga "antin ella". Bólkurin og tónleikurin, ið hann skapar, krevur eitt sindur av tær sum lurtari fyri at blíva “hooked”. Og um tær ikki dámar røddina hjá Morrissey, so hevur tú ongan tjans at dáma The Smiths."

 

Hvat: Mono - Passions Just Like Mine
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudag kl. 16.02, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Aðrar Mono-røðir: Føroyskar perlur, Ein sangferð í EuropaKvinnur í countrytónleikiFøroysk táttayrking

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109